Føroyar verða ikki fleiri valdømi kortini

Tá tingfundur verður settur klokkan 11, møtir Heðin Mortensen á tingi fyri Gerhard Lognberg, og hann fer at tryggja, at málið um sjey valdømi endaliga fellir.

Gerhard Lognberg varð innlagdur á Landssjúkrahúsið í nátt, men Portalurin skilir, at hann hevur tað gott. Men hann kann ikki møta í tinginum, og hevur tí biðið um farloyvi vegna sjúku.

Tað merkir, at næsta fólk á listanum skal møta, og tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Og hann er ikki í iva um, hvussu hann fer at aktvøða í málinum um Føroyar sum eitt ella sjey valdømi.

- Eg haldi, at Føroyar skulu verða eitt valdømi, so eg fari at atkvøða ímóti hasum uppskotinum, sigur Heðin Mortensen.

Gerhard Lognberg er ein av uppskotsstillarunum til at fáa Føroyar aftur sum sjey valdømi, men lagnan vil tað so, at hann verður orsøkin til, at uppskotið eftir øllum at døma fellir.

3. viðgerð av málinum er ikki á skránni til tingfundin í dag, men tað verður helst á skránni í morgin, tí ætlanin er at tingið fer til hús í morgin.

Tá tingfólk fer í farloyvi, skal tað verða í minsta lagi í sjey dagar, og tí verður Heðin Mortensen í øllum førum tingmaður Javnaðarfloksins næstu sjey dagarnar.