Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 eru Frakland og Bretland.
Hóast landsskassans skuld økist í ár orsakað av COVID-19, so metir Moody’s, at skuldin longu í 2021 kann byrja at lækka aftur.
Frágreiðingin hjá Moody’s kann lesast her.