Vogosca, Bosnia: Frá nógvum síðum varð mett, at Føroyar væl og virðiliga kundu geva Bosnia ein skarpan gang í finaluni. Mótstøðan fram til seinasta dystin hevði ongan tíð verið tann heilt ræðuliga, og tí vistu í øllum førum føroysku spælararnir, venjararnir og fjølmiðlaumboðini, at okkara lið hevði eitt ella tvey gear eyka.
Málverjin tók alt
Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at sama fortreytin var galdandi fyri bosniska liðið. Fyrstu løtuna fylgdu Føroyar annars væl við. Ikki minst tí stórspælarin, Sabina Pehic, frá fyrsta minutti varð mansvard, og í einar seks-sjey minuttir tóktust Føroyar vera væl við.
Tað tók tó at skrædna, og hóast bosniska liðið kanska var ein klassa ella tveir oman fyri okkara, so var tað fyrst og fremst frálíka Merdzanic í málinum, sum fullkomuliga tók pippið frá okkara. Fyrst og fremst, so bjargaði hon í nógvum førum royndum frá leysum føroyskum spælarum. Og tá hon so hevði gjørt hetta, gekk skjótt fyri seg. Føroyska liðið, sum annars hevur spesialiserað seg í kontra-spæli, varð snøgt sagt runnið niður og norð, og eitt veruligt stórtap gjørdist skjótt meira enn sannlíkt.
Fullu ikki í fátt
Tað skal tó sigast bæði venjarum og spælarum til rós, at Føroyar ongan tíð fullu í fátt. Við fleiri útskiftingum og ymsum taktiskum variantum stóð breiddin i hópinum veruliga sína roynd. Og allar sum ein bardust okkara kvinnur av fullari megi. Eisini hóast talan til tíðir minti um uppvísing, tá Bosnia í vanligum eystureuropeiskum stíli koyrdi kross aftan á kross móti verjuni, sum tá varð skift til 6-0.
Júst breiddin tóktist eisini vera tað, sum okkara høvdu fram um mótstøðuna. Tað kann væl vera, at Bosnia eftir steðgin setti ferðina nakað niður, nú gullið kortini var mest sum tryggjað. Men tað stóð samtundis greitt, at ferðin, sum tær spældu við, ikki kundi haldast allan dystin. Og tá venjarin ikki tóktist hava eins sterkar spælarar at seta inn fyri tær, sum skuldu hvílast, so fingu áskoðararnir hóast alt ein góðan seinna hálvleik at síggja. Serstakliga spældu Tomma Petersen og Anna Maria Samuelsen seg upp, og tí gjørdist sorlið ikki verri enn ilt.
Góð kapping
Sæð í mun til kappingina í Italia fyri tveimum árum síðani, so møttu okkara helst enn sterkari mótstøðu hesferð. Samstundis sum mótstøðan á veg til finaluni var minni.
Men tað skerst tó ikki burtur, at við røttu handfaringini av Challenge-Trophy, so er hetta ein kapping, sum væl og virðiliga kann menna føroyskan hondbólt. Mistakinum við at loyva alt ov veikum liðum við í kappingini hevur EHF longu lært av, og verður talan um meira javnt støði á ymsu liðunum, talar alt fyri, at HSF við fullari megi skal fara eftir vertsskapinum fyri kappingini um tvey ár,.
Fakta um dystin
Føroyar-Bosnia 24-40 (8-22)
Málskjúttar
Føroyar: Anna Maria Samuelsen 7, Unn Kragesteen 4, Katrin Dam á Neystabø 3(2), Simona Hansen 3(1), Heidi Maria Akselsen 2, Annika Thomsen 1, Joan Midjord Djordjevic 1, Ása Dam á Neystabø 1, Una Olsen 1, Annika Ljósstein 1
Bosnia: Pehic 10(5), Juka 8(2), Mlakic 7, Klinac 5, Turudic 5, Ljolje 5
Brotskøst: Føroyar 3/5, Bosnia 7/7
Útvísingar: Føroyar 7, Bosnia 6
Dómarar úr Kroatia