Føroyar vóru ov stuttar

Aftaná uppiborna sigurin á Skotlandi í gjár varð greitt, at vinnarin av dystinum millum Føroyar og Liktenstein vann sær víðari luttøku. Føroysku kvinnurnar stríddust væl, men Likstenstein var við yvirlutan. Settúrslitini vóru 25-21, 25-22 og 25-22.

Kristian Mikkelsen, landsliðsvenjari, sigur í viðtalu við Kringvarp Føroya, at føroyska liðið spældi ikki við fullari megi seinnapartin. Hann er tí vónbrotin av úrsltinum.

Føroyar endaðu á triðja plássinum í røðini av fýra liðnum. Kýpros og Liktenstein sluppu víðari í endaumfari, sum verður í Luksemburg í 2011.