Størsta kjansin fekk Christian Høgni Jacobsen, tá hann gjørdist leysur við málmanninum, men vinkulin var sera spískur, og málmaðurin bjargaði.
Føroyar høvdu fleiri góðar deyðbóltsstøður seinasta partin av dystinum, og fleiri ferðir var vandi á ferð í rumenska brotsteignum.
Men tað eydnaðist Rumenia at halda tætt, og teir vunnu dystin við einsamalla málinum, sum Razvan Cocis skoraði eftir ein lítlan tíma