Føroyar vóru eina løtu í barrónasongini

Sonni Ragnar Nattestad legði Føroyar á odda, áðrenn Eysturríki brúkti føroyska heilivágin og skoraði trý mál

Teir eru við at gera seg klárar at fara undir seinna hálvleik niðri í Eysturríki, har Føroyar í kvøld spæla HM undankappingardyst.

Støðan er 3-1 til heimaliðið, og tað kennist vera ikki sørt av vónbroti hjá føroyska liðnum.

Eftir at heimaliðið fyrstu løtuna royndi at leggja trýst á, fótaði føroyska liðið sær, og fleiri ferðir sá tað ljóst út, tí føroyingarnir vóru væl skipaðir í verjupartinum, og spælararnir vóru kaldir og hugsaðu skjótt og væl, tá ið teir høvdu tak á bóltinum.

So var tað, at Føroyar løgdu seg á odda, og føroyingar frammanfyri sjónvarpið í huganum vórðu drignir aftur til 12. september í 1990, tá ið Føroyar vunnu 1-0 ímóti Eysturríki.

Tað var í 19. minutti, at Jóan Símun Edmundsson við horna legði inn fyri úr høgru, og Sonni Ragnar Nattestad við høvdinum sendi bóltin í netið, og tað var 1-0 til Føroyar.

Og í 28. minutti var tað um reppið, at Sonni Ragnar Nattestad og Føroyar øktu um leiðsluna. Brandur Hendriksson Olsen legði við frísparki fram í brotsteigin, Sonni Ragnar var hægstur við handara stólpa, og málverjin stórbjargaði til horna, so Føroyar ikki øktu um leiðsluna til 2-0.

So var tað, at Eysturríki síðsta korterið av fyrra hálvleiki skoraði trý mál.

Talan var um mál, sum føroyingarnir iðraðu seg ógvuliga nógv um, tí tey vóru øll eftir deyðbóltar og skjót álop ella við øðrum orðum við uppskriftini, sum føroyingar plaga at brúka. Verjan var tá ikki so sannførandi.

Nú ræður um í seinna hálvleiki at fáa fatur aftur á rætta endanum, sum føroysku spælararnir høvdu í eina góða løtu, tá ið tað eydnaðist teimum at skora, og tá ið teir vóru um reppið at økja um leiðsluna.