Føroyar væl umboðaðar á evropeiskari fiskivinnuframsýning

Stóra afturvendandi fiskivinnuframsýningin European Seafood Exposition (ESE) hevur verið í døgunum 3.-5. mai. Føroyar hava, eins og undanfarin ár, verið væl umboðaðar á framsýningini. Tilsamans 20 føroyskar fyritøkur hava luttikið. Føroyski landsbásurin hevur verið væl vitjaður hesar dagarnar og stórur áhugi hevur verið fyri føroyskum vørum. Talan er um heimsins størstu fiskivinnuframsýning og fyritøkur úr øllum heiminum hava luttikið.

-ESE er eitt gott høvi hjá fyritøkunum at hava fundir við kundar umframt at knýta nýggja sambond, sigur Uttanríkisráðið í tíðindaskrivi í dag.

Føroyar eru eitt av fáu londunum, ið hava verið við á ESE síðani framsýningin fyrstu ferð varð hildin í 1995.