Føroyar upp í Evropa

Bjarni Djurholm hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, sum skulu gera Føroyar til ein part í evropiska tryggingarøkinum Talan er um eitt hitt mest vítffevnandi uppskotið ið er lagt fyri Løgtingið, tí tað er í heili 224 lógargreinum.

Uppskotið vísir, at eitt tryggingarvirksemi er virksemi út um landamørk, ið byggir á altjóða avtalur, harundir ES fyriskipanir. Tískil er fleiri staðni í lógini og viðmerkingunum víst til ES fyriskipanir.

Í ES verður fíggjarøkið skipað í einari lóggávu, ið fevnir um bæði peningastovnsvirksemi, virðisbrævameklarar, íløgufeløg, realkreditfeløg v.m, umframt tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar. Øll hesi verða undir einum nevnd fíggjarfeløg.

Men lógin, sum nú er løgd fyri Tingið, fevnir bara um fíggjarfeløg, ið eru tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar.

Hinvegin leggur lógin upp fyri, at íslendsk tryggingarfeløg kunnu koma inn á føroyska marknaðin, sum endamálið er við Hoyvíkssáttmálanum.

Uppskotið letur upp fyri virksemi at føroysk tryggingarfeløg kunnu virka uttanlands og útlendsk tryggingarfeløg kunnu virka í Føroyum og hetta fer helst føra meiri kapping við sær og sostatt eisini betri og bíligari tænastur,væntar Bjarni Djurholm.