Umboð fyri Uttanríkisráðið, Skipaeftirlitið, Umhvørvisstovuna og granskingarverkætlanina Decision 3 luttaka í hesum døgum umhvørvisfundi í London Føroyskur atlimaskapur í IMO (International Maritime Organization) hjá ST setur aftur Føroyar á heimskortið sum sjóvinnutjóð. Hesa ferð á fundi í umhvørvisnevndini hjá IMO, MEPC (Marine Environment Protection Committee) dagarnar 13.-17. juli 2009 í London.
Fundurin snýr seg um tiltøk at verja umhvørvið móti dálking frá skipum. Hesuferð verður fundurin nógv merktur av veðurlagsspurningum, har arbeitt verður við at seta tiltøk í verk fyri at avmarka útlátið av veðurlagsgassi frá skipum. Sambært Kyoto protokollini skal IMO fremja tiltøk, sum avmarka útlátið av veðurlagsgassi frá skipum í altjóða sigling. Tað er tí av stórum týdningi, at IMO kann semjast um slík tiltøk áðrenn altjóða veðurlagstoppfundin, COP 15, sum verður í Keypmannahavn í desember.
Í dag hava føroysku umboðini lagt fram granskingarverkætlanina hjá Decision3, sum verður hildin at vera sera viðkomandi í hesum høpi. Meira sæst sum hetta á www.decision3.com.
Úr Føroyum luttaka Vilhjálmur Gregoriussen, Skipaeftirlitið, Suni Petersen, Umhvørvisstovan










