Føroyar umhugsa at lata upp markið til Íslands

Møguleikin at lata upp fyri ferðandi millum Føroyar og Ísland varð viðgjørdur á videofundi millum løgmann, Bárður á Steig Nielsen, og danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, fyrradagin

Nú smittutrýstið í Íslandi er sera lágt, varð málið um upplating av landamørkunum millum annað umrøtt á fundinum við forsætisráðharran, skrivar Løgmansskrivstovan.

Nevnt verður eisini, at Landsstýrið samskiftir javnan við donsku myndugleikarnar um støðuna viðvíkjandi koronasmittuni.

– Landamørkini verða latin upp, so skjótt tað er ráðiligt, og hetta er eitt mál, sum verður viðgjørt í løtuni, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Tað var Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum í munnligum fyrispurningi spurdi løgmann um upplatingina av føroysku landamørkum.

– Tað eru danskir myndugleikar, sum eftir ræðislógini umsita útlendingaøkið og marknaeftirlitið í ríkisfelagsskapinum. Men ein upplating av landamørkum verður gjørd í tøttum samráði við føroyskar myndugleikar, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

– Eg ætli mær so ikki at lata Føroyar vera stongdar fyri umheiminum ein dag longur, enn ráðiligt er, sigur løgmaður.