Føroyar tvey pláss rætta vegin

Tað finnast 80 fótbóltstjóðir kring heimin, sum Føroyar sambært styrkistølunum eiga at vinna innanhýsis uppgerðir ímóti

Mest sum hvørja ferð, tá ið føroyska fótbóltslandsliðið fer á vøllin, verður mótstøðuliðið mett at vera favorittur at vinna. Soleiðis er tað, tí Føroyar næstan altíð eru styrkismettar lægri enn mótstøðuliðini í EM og HM undankappingarbólkunum.
Sambært styrkislistanum, sum FIFA kunngjørdi fyrrapartin av hesi vikuni, so eru tað 80 landslið í heiminum, sum eru styrkismett lægri enn Føroyar.
Styrkislistin sigur, at Føroyar verða mettar at eiga 126. stinnasta landsliðið í heiminum. Hóast Føroyar sammett við juni listan hava mist trý útrokningarstig, so eru Føroyar farnar tvey pláss upp á listanum, tí onnur hava mist meiri enn Føroyar.
205 lond eru á listanum. Okkara hava áður roynt seg ímóti fleiri, sum eru lægri á listanum, og tá hava Føroyar altíð endað omaná  eitt nú ímóti Luksemborg, Liktinstein, San Marino og Kazakstan. Tað hevði verið hugaligt, um Føroyar høvdu fingið møguleikan at roynt seg ímóti eitt nú India, Palestina, Liberia og Swasilandi, sum eru niðanfyri Føroyar á nýggja listanum, men tað verður í hvussu so er ikki í undankappingum.
Brasilia og Argentina eru framvegis ovast á listanum. Merkisvert er tað, at USA er rokkið fram á 6. plássið, sum er tað fremsta, sum amerikumenn nakrantíð hava verið á. Sambært listan passar tað altso ikki longur, at í USA duga tey ikki at spæla fótbólt. Umframt omanfyri nevndu latínamerikonsku stóru fótbóltstjóðirnar eru tað bara Holland, Kekkia og Meksiko, sum eiga betri fótbóltslandslið enn USA, sum er farið fýra pláss fram.
Á næstu plássunum eru Frakland, England, Spania og Portugal. Eftir undan HM kappingina, sum var í juni, hevur Týskland vunnið seg uppaftur á 11. plássið. Teir vóru frammanundan nummar 21. Undir týskarunum eru nú Japan, Italia, Iran, Írland, Svøríki og Danmark. Hesi bæði seinastu eru dottin ávikavíst fimm og trý pláss skeiva vegin.
Noreg er nummar 36, Finnland nummar 43, og Ísland er á 92. plássinum ella tvey lægri enn fyri einum mánað síðani.
Umframt ímóti Fraklandi skulu Føroyar seinni í ár spæla HM undankappingardystir ímóti Ísrael og Kypros. Listin sigur, at Ísrael eigur 48. besta landsliðið í heiminum, og at Kypros er nummar 109.
Føroyar skulu spæla á heimavølli ímóti Kypros 17. august, í Fraklandi 3. september og ímóti Ísrael 7. september og 13. oktober. Í fyrra førinum ímóti Ísrael verður talan um heimadyst.