Føroyar tvey pláss niður

Føroyska fótbóltslandsliðið er farið tvey pláss niður á seinasta styrkislistanum hjá FIFA.

Altjóða fótbóltssambandið ger hvønn mánað eina uppgerð yvir allar heimsins fótbóltstjóðir, og á listanum eru 207 lond. Hendan mánaðin eru Føroyar nummar 187. Bert eitt europeiskt land er aftanfyri Føroyar, og tað er San Marino. Tað hevur gingið støðugt aftur á hjá Føroyum á listanum seinastu árini.