Føroyar tvey pláss fram

Ikki síðani juli í 2006 hava Føroyar ligið so langt uppi á altjóða styrkislistanum hjá FIFA

Nummar 163. Tað er føroyska fótbóltslandsliðið á nýggjasta styrkislistanum, sum FIFA kunngjørdi í gjár. Hetta er tvey pláss betri enn á seinasta lista, sum varð kunngjørdur í juli.

Síðani oktober í fjør, tá liðið botnaði og lá nummar 198, hevur so at siga bara gingið støðugt fram á hjá føroyskum fótbólti, um styrkislistin hjá FIFA verður brúktur sum mátistokkur.

Í desember í fjør lá liðið 184 og mánaðin eftir í 2009 var landsliðið farið eitt pláss aftur, so liðið lá nummar 185. Á hesum plássi lá liðið til og við marsmánað, men síðani hevur føroyska landsliðið tikið seg fram, so liðið nú liggur nummar 163.


Byrjaði í oktober

Positiva gongdin byrjaði, tá Jógvan Martin Olsen í oktober í fjør syrgdi fyri, at føroyska landsliðið fekk javnleik í móti Eysturríki. Síðani hevur liðið vunnið venjingardyst ímóti Íslandi, og hetta sendi liðið upp eftir listanum.

Liðini, ið nú liggja beint frammanfyri okkum, eru lond sum Salomon oyggjarnar, Mauritania og Kyrgystan.


Langt fram til 1999

Hóast góðu gongdina er framvegis langt til toppin – ella so langt fram, sum føroyska landsliðið nakrantíð hevur verið. Tað var í 1999, tá føroyska fótbóltslandsliðið lá nummar 104 á listanum.

Her skal tó takast tað fyrivarni, at útrokningarhátturin, ið tá varð brúktur, ikki er tann sami í dag sum tá.


Myndateksutr:

Sigurin á Íslandi sendi Føroyar upp eftir styrkislistanum hjá FIFA

Mynd: Álvur Haraldsen