BÚSKAPUR
Altjóða búskaparkreppan kemur ikki at raka Føroyar nær til so hart, sum til dømis Ísland, USA ella onnur lond í heiminum. Hetta sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í eini viðmerking til, at grannalandið fyri norðan næmast liggur búskaparliga lamið.
- Tann støðan har yviri er ein sorgarleikur, men okkara støða kann als ikki samanberast við teirra viðurskifti, tí vit hava ein heilt annan politikk, tá tað kemur til búskap og pengar, sigur Kaj Leo Johannesen við Rás2 og Sosialin.
Spurdur um vit kunnu kenna okkum trygg, og at kreppan ikki kemur at raka okkum harðari, enn hon higartil hevur gjørt, sigur Føroya løgmaður:
- Eg haldi, vit kunnu kenna okkum trygg. Sum eitt lítið land í Evropa kunnu vit kenna okkum sum eitt tað tryggasta í øllum Evropa. Ikki minst eftir ta loysn fyri peningastovnarnar, sum vit hava fingið í øllum kongaríkinum.
Hvat grundar tú títt bjartskygni á?
- Vit hava verið ótrúliga heppin, kanska eisini dugnalig, tí landskassin er væl konsolideraður, og tað eru bankarnir eisini. Ein av orsøkunum er helst, at vit eru komin seinni í gongd við at brúka teir lánimøguleikar, sum Ísland og Danmark hava havt, og sum hava tikið nógv lán. Tað merkir, at útheimurin hevur álit á okkum, og vit kunnu læna pening til eina kappingarføra rentu. Tí er útgangsstøðið ótrúliga trygt í mun til tað í londunum kring okkum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hvussu brynjar samgongan seg politiskt ímóti búskaparkreppuni, sum seinastu vikurnar nærmast hevur lagt Ísland búskaparliga lamið?
- Vit koma at hyggja nógv eftir, hvussu tað gongst í USA og øðrum londum. Ikki minst okkara grannalondum. Tað sum vit hava arbeitt við í seinastuni er, hvussu vit kunnu fáa eina trygga loysn fyri okkara peningastovnar, og hana fingu vit so endaliga upp á plass í nátt, har vit samtyktu hjálparpakkan hjá donsku stjórnini, ið tryggjar peningastovnarnar. Tað vil siga, at føroyskir innskjótarar eru tryggir í eini sterkari peningaskipan. Hetta gongur út uppá, at føroysku bankarnir gjalda inn sín part í hendan trygdargrunnin, sum verður upp til 35 mia. krónur, meðan staturin veðheldur fyri tí, ið er omanfyri hesa upphædd. Tann loysnin er ein ótrúliga góð loysn fyri føroyska peningakervið. Hetta er grundstøðið undir einum tryggum pengapolitikki næstu trý árini, sum vit fara at arbeiða eftir, sigur Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður sigur, at hann allatíðina verður kunnaður um støðuna í Íslandi og vísir á, at hann hevur sent skriv til íslendska forsætisráðharran og bjóða hjálp eftir førimuni, um tað skuldi gjørst neyðugt.
- Ísland hjálpti okkum í fimtiárunum, tá vit høvdu brúk fyri tí, og tað sum Ísland upplivir í løtuni er ein sorgarleikur, og tí skulu vit hjálpa eftir okkara evnum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.










