Stórar broytingar eru á fyrsta FIFA styrkislistanum, sum er kunngjørdur síðani HM endaspælið. Millum tjóðirnar, sum hava gjørt skarvslop á listanum, eru Føroyar. Heldur enn um lop rætta vegin er talan um fall. Á síðsta listanum, sum varð kunngjørdur í mai, vóru Føroyar roknaðar at vera 139. fótbóltstjóðin í heiminum. Á nýggja listanum, sum varð kunngjørdur í gjár, eru Føroyar nummar 169! Á hesum plássinum eru bæði Føroyar og Niger.
Tá ið Føroyar fyri nøkrum árum síðani vóru hægri á listanum, enn talan hevur verið um bæði fyri og síðani, var tað á 112. plássi.
Ein av orsøkunum til stóra fallið er, at FIFA nú roknar øðrvísi, enn teir higartil hava gjørt. Í staðin fyri at rokna við støði í úrslitunum seinastu átta árini, verður tað nú rokna út frá úrslitunum seinastu fýra árini. Týdningarmiklir dystir telja nú uppaftur meiri, enn teir áður hava gjørt, og har afturat verður vigað við regionalum styrkismunum, hvussu stóra styrki mótstøðutjóðirnar hava, hvussu nógv mál verða skorað, og hvussu nógv mál fara ígjøgnum, og um dystirnir eru spældir á heimavølli ella á útivølli.
Stigamissurin síðani í mai hevur hjá Føroyum verið -259. Bara Turkmenistan (-265) og Barbados (-278) hava mist fleiri stig, enn Føroyar hava mist. At fallið hevur verið so stórt hjá Føroyum kemst av, at tá ið tíðin, sum tað verður roknað út frá, er stytt úr átta og niður í fýra ár, ber tað við sær, at góðu føroysku úrslitini á heimavølli fyri nøkrum árum síðani ikki telja við longur. Talan er um 1-1 og 2-2 móti ávikavíst Skotlandi og Bosnia í 1999, 2-2 móti Slovenia í 2000 og 2-2 móti Skotlandi í 2002.
Tey størstu
Hóast tað ikki hilnaðist nakað serligt hjá Brasil í HM endaspælinum, so eru teir fram er framvegis ovast á listanum. Nýklæktu italsku heimsmeistararnir eru nú nummar tvey. Teir hava gjørt eitt lop upp á ellivu pláss. Á næstu plássunum eru Argentina, Frakland og Ongland, sum eru farin upp eftir stiganum, og so eru tað Holland, Spania og Portugal, ið eru dottin eitt sindur niður á listanum. Týskland er nú nummar níggju. Fyri tveimum mánaðum síðani var Týskland nummar nítjan.
Danmark, sum ikki luttók í HM endapælinum, er fallið frá ellinta og aftur á seytjanda plássið. Hóast afturgongdina er Danmark framvegis hægst styrkismetta norðurlendska fótbóltstjóðin. Svøríki er nummar 22 (-6), Noreg nummar 52 (-12), Finnland nummar 70 (-21) og Ísland nummar 107 (-8).
Setningurin
Takið hjá Jógvani Martin Olsen og hansara monnum verður nú at fáa góð úrslit, sum kunnu lyfta Føroyar á listanum. Tá ið tíðin, sum tað verður roknað út frá, er stytt, vil tað siga, at úrslitini beinanvegin hava størri tyngd í útrokningini, enn tey higartil hava havt.
Í ár skulu Føroyar spæla tríggjar EM undankappingar dystir: 2. september á útivølli í Skotlandi, 7. oktober á heimavølli móti Litava og 11. oktober á útivølli móti fronsku varaheimsmeistarunum.