Føroyar trý pláss eftir hæli

Síðani á nýggjárinum hevur tað gingið støðugt skeiva vegin á altjóða FIFA listanum, har Brasilia og Frakland framvegis eru ovast, og har Danmark framvegis er besta Norðurlandið

FIFA STYRKISLISTIN

Á altjóða styrkislistanum hjá FIFA eru 204 fótbótstjóðir. Sambært listanum, sum í vikuni er kunngjørdur at galda fyri august, eru Føroyar styrkismettar sum nummar 118 í heiminum. Hetta er trý pláss lægri á listanum, enn Føroyar vóru fyri einum mánað síðani, og hetta er fimm pláss lægri, enn Føroyar vóru á nýggjárinum.
Føroyar hava onkra ferðina verið eini tíggju pláss hægri, enn tær eru nú. Um tað eydnast at fáa góð úrslit á útivølli ímóti Skotlandi annan leygardag og á heimavølli ímóti Litava annan mikudag, so fer tað ivaleyst at hjálpa upp á støðuna. Góð úrslit í hesum sambandinum verða roknað sum javnleikur í Glasgow og sigur á Svangaskarði.
Á nýggja styrkislistanum er Skotland mett at vera nummar 59, og Litava verður roknað at eiga tað landsliðið, sum er mett at vera tað 93. besta í heiminum.
Brasil er framvegis ovast, og Frakland er næstovast. Spania er nummar trý, Holland og Mexico eru bæði nummar fýra, Argentina er nummar seks, so koma Turkaland, Ongland og USA, sum hesa ferð er eitt pláss ovari á listanum enn Týskland. Tað man ikki ofta vera komið fyri áður.
Italia er nummar ellivu, Kekkia nummar tólv, Írland er á trettanda plássinum og Cemeroun eru nummar fjúrtan og eitt pláss hægri enn Danmark, sum er hægst styrkismett av Norðurlondunum. Svøríki er nummar tjúgu, Noreg nummar 22, Finnland er á 43. plássinum og Ísland er nummar 56 ella trý pláss frammanfyri Skotland.