Føroyar hava hægsta ómaksgjaldið, tá fólk skulu móttaka pengar úr einum øðrum norðurlandi. Tað vísir ein kanning, sum skrivstovan hjá Norðurlandaráðnum hevur gjørt. Tíðindastovan NTB skrivar, at Norðurlandaráðið hevur kannað ómaksgjøld í sambandi við bankaflytingar millum norðurlond, og kanningin vísir millum annað, at skalt tú flyta 100 krónur úr Finnlandi til Føroya, so eru eingir pengar eftir. Tað kostar 50 krónur at gera flytingina í Finnlandi, og tað kostar 50 krónur at móttaka flytingina í Føroyum.
Tá tað ræður um at senda pengar, hava Finland og Noreg hægsta ómaksgjald, og tá ið tað kemur til at móttaka pengar hava Noreg og Føroyar hægsta ómaksgjald. Tað er bíligast at senda pengar úr Svøríki og Danmark.
Brúkaranevndin hjá Norðurlandaráðnum mælir til, at tað verður ruddað upp í norðurlendsku ómaksgjøldunum.
- Tað er órímiligt og óskiljandi fyri brúkaran, at tað eru so nógv ymisk ómaksgjøld fyri at flyta pengar millum norðurlond. Hetta er ein marknaðforðing, sum má takast niður, sigur Hans Wallmark, sum er limur í brúkaranevndini hjá Norðurlandaráðnum.
Norðurlandaráðið brúkti hesar bankar í kanningini: Danske Bank (Danmark), Postbanken (Noreg), Handelsbanken (Svøríki), Nordea (Finland) og Føroya Banki (Føroyar).