Føroyar taptu finaluna

Føroyar-Finnland 25-17 (10-12)

 

Tað eydnaðist heldur ikki hesaferð. Triðu ferð á rað tapti føroyska kvinnulandsliðið finaluna í Challenge Trophy Cup.

 

Føroyska liðið fekk eina vánaliga byrjan, men spældi seg so við og við inn í dystin, uttan tó nakrantíð at koma á odda. Leingi stóð á jøvnum 8-8, men fyrri hálvleikur endaði 12-10 til Finnland. Í seinna hálvleiki byrjaði Finnland væl betri og streyk frá føroyska liðnum, sum ongantíð kom aftur í aftur.

 

Finnland vann dystin 25-17.