Føroyska manslandsliðið hevur fingið eina keðiliga byrjan uppá EM-undankappingina á Kýpros. Í gjár tapti teir stórt ímóti Kýpriotum, og í dag mátti føroyska liðið leggja rygg til enn eitt tap. Í dag var mótstøðuliðið Luksemburg. Luksemburg vann dystin 3-0, hóast settini vóru sera jøvn. Settini endaði 28-26, 25-23 og 25-23.
Føroyska liðið hevur ein dyst eftir á ferðini, og hann verður leiktur í morgin kl.15 føroyska tíð ímóti Andorra. Andorra vann sín dyst 3-0 ímóti Luksemburg, so spennandi verður at síggja, um føroysku mennirnir megna at fáa eina uppreisn áðrenn heimferðina.











