Føroyar tapti ímóti Hollandi

Sum væntað høvdu føroyingar trupulleikar ímóti hollendsku stórmeistarunum í 1. umfari í talvolympiaduni. Úrslitið varð 4-0 til Holland

Talv

Vónirnar um eitt gott føroyskt úrslit eru bjartar. Liðið verður mett at vera eitt hitt sterkasta nakrantíð, hóast eitt nú Heini Olsen vantar á liðnum. Talvolympiadan verður telvað í Torino í Italia.
Føroyska landsliðið er soleiðis mannað. 1. John Arni Nilssen 2. Martin Poulsen 3. John Rødgaard 4. Helgi Dam Ziska og 5. borð og eykamaður er Hans Kristian Simonsen.

Eingin Sokolov
Spennandi var at síggja, hvussu hollendarar fóru at manna sítt lið, tá ið paringin til 1. umfar varð kunngjørd. Sterka stórmeistaraliðið hevur nevniliga gamla føroyavinin Ivan Sokolov á 1. borði. Teir valdu at spara sterka trumfin til sterkari mótstøðu og John Arni hitti tí Sergei Tiviakov (2669).
John R. og serliga Helgi høvdu møguleikar til okkurt stigið í dystinum. Helgi hevði betri støðu ímóti GM L´Ami, tá ið hann sum skilst tapti uppá tíð. John hevði leingi tamarhald á Van den Doel (2579), men fór út í eitt verri endatalv og tapti. John Arni varð spakuliga kroystur, meðan Martin leikti skeivt tíðliga og tapti eftir einans 18 leikir ímóti Nijboer (2584).Tískil eitt greitt tap ímóti nógv sterkari mótstøðu.
Føroyar hitta sum oftast sera sterk lið í 1. umfari, og mangan hava føroyingar fingið stig, men soleiðis varð ikki á hesum sinni.

2. umfar
Liechtenstein verður mótstøðulið føroyinga í 2. umfari. Liechtenstein er styrkismett nr. 116 í mun til føroysku styrkismetingina, sum er nr. 80 av 152 londum. Góð útlit eru tí fyri einum sigri til okkara menn mánadagin 22. mei.

Topalov enn einaferð
Heimsmeistarin úr Bulgaria endurvann Mtel Masters, sum varð telvað í Sofia. Eins og í fjør varð tað ein øgiligur endaspurtur, sum gav Veselin Topalov 1. pláss í hesari krútsterku kapping.
Tað var annars afturvendi Gata Kamsky úr USA, sum legði bragdliga út og hevði leiðsluna áðrenn seinasta umfar. Í næstseinasta umfari fekk Topalov Kamsky aftur, tá ið hann vann ruddiliga við svarta fólkinum á amerikanska stórmeistaranum. Kamsky, ið var lægst rataður, hevði eina framúr kapping og hevði størstu ratingframgongdina.
Topalov vann fýra síni seinastu talv og fekk loksins 6,5 stig av 10 møguligum. Kamsky varð nr. 2, meðan Viswanathan Anand varð tann triðji í røðini.

Endaliga støðan í Mtel Masters
1. Topalov, Veselin BUL 2804 6.5/10
2. Kamsky, Gata USA 2671 6.0
3. Anand, Viswanathan IND 2803 5.5
4. Svidler, Peter g RUS 2743 5.0
5. Bacrot, Etienne g FRA 2708 3.5
6. Ponomariov, Ruslan g UKR 2738 3.5