Føroyar fara eitt vet upp á nýggja styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar verða nú mettar sum nummar 135 á listanum, og tað er tvey pláss betur enn í síðsta mánaði. Føroyar eru annars farnir nakað aftur á listanum í hesum árinum, tí tá ið árið byrjaði lógu Føroyar sum nummar 126 ? ella 9 pláss longur frammi enn nú.
FIFA ger einaferð um mánaðin upp styrkina hjá øllum teimum stívliga 200 fótbóltstjóðunum kring heimin, og aftur hesaferð verður Brasil mett sum nummar 1, Frakland er nummar 2. Fremsta norðurland er Danmark, sum er nummar 15. Kypros, sum Føroyar leygardagin spæla ímóti, verður mett sum nummar 101 á FIFA-styrkislistanum.