Tað var ikki so stórur munur á, sum tað kanska kundi hugsast, tá ið føroyska U21 landsliðið tíðliga seinnapartin spældi á Tórsvølli ímóti Italia. Úrslitið gjørdist 1-0 til Italia, sum skoraði málið tíggju minuttir undan leikloki. Málið varð stútað úr fimm metrum eftir innlegg úr vinstru.
Føroysku venjararnir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, høvdu gjørt onkrar broytingar eftir stórtapið leygardagin ímóti Albania. Eitt nú var Jónas T. Næs nýggjur í miðverjuni, og Pætur Jørgensen var á høgra vongverja.
Italia misti ein mann í 41. minutti. Hann sá reytt, tí hann hevði hevnt seg. Føroyska liðið spældi væl, og tað var fleiri ferðir tætt við, at bólturin fór í italska málið.
Føroyar: Gunnar Nielsen - Pætur Jørgensen Jónas T. Næs, Svenn F. Jacobsen, Jóhan V. Gunnarsson - Kristoffur Jacobsen - Magnus Olsen (Poul N. Poulsen, 85.), Bogi Løkin, Ólavur í Ólavsstovu, Emil N. Leifsson (Ásbjørn V. Gunnarsson, 85.) - Gudmundur Nielsen (Andreas Lava Olsen, 65.)










