Føroyar tóku sær væl av skipsbrotnum

- Tað gekk sera væl at samskipa móttøkuna av skipsbrotnu fiskimonnunum. Øll vóru sera hjálpsom og gjørdu sítt besta. Vit møttu allari vælvild, sigur Jón Klein Olsen, sum hevði ábyrgdina av samskipandi leiðsluni á landi

Olshana

 

Jón Klein Olsen á løgreglustøðini í Havn hevur alt gott at bera øllum teimum, sum tóku lut í tilbúgvingini uppi á landi, tá 25 mans av russiska trolaranum vórðu fluttir av skipinum og í land.

Sjálvur er Jón varapolitiinspektørur og útrykningsleiðari á løgreglustøðini í Havn og hevur soleiðis samskipandi leiðsluna á landi eftir slíkt skipsbrot.

- Tá avgerðin er tikin um at taka manningina – ella ein part av henni - av skipinum og føra hana til lands, tekur tilbúgvingin á landi við, sigur leiðarin.

Og tað var júst hetta, sum hendi í gjárkvøldið, eftir at russiski trolarin Olshana hevði siglt á Flesjarnar á Tangafirði, og teir fyrstu 25 av eini manning upp á 34 vórðu tiknir av skipinum og førdir til lands.

 

Alt gekk væl

- Tað gekk sera væl at samskipa móttøkuna av skipsbrotnu monnum, sigur Jón Klein Olsen.

Hann vísir á, at øll vóru sera hjálpsom og gjørdu sítt besta.

- Eg vil siga, at vit møttu allari vælvild, og samstarvið var frá fyrstu løtu sera gott millum okkum og Sjóbjargingarstøðina, Tórshavnar býráð, sløkkiliðið og bjargingarfeløg í høvuðsstaðnum, íroknað Kollafjørð og Nólsoy.

Leiðarin fyri samskipingini sigur, at tá slíkar umstøður uppstanda, og skipsbrotnir menn eru á veg til lands, er neyðugt við innivisti beinanvegin, tí fólk kunnu ikki standa úti á gøtuni.

- Tað kann taka nakað av tíð, tá reiðaríið, sum eigur skipið, er so langt burturi og umboðið í Føroyum noyðist at samskifta hagar.

Jón Klein Olsen sigur, at upp á næstan onga tíð hevði tilbúgvingin fleiri skúlar í høvuðsstaðnum í boði, og tað var bert ein spurningur um, hvønn skúla teir vildu velja.

- Avrátt varð, at reiðast skuldi upp fyri skipsbrotnu monnunum í Tórshavnar Kommunuskúla, har brúsufasilitetir og aðrar umstøður eru góðar.

Hann sigur, at bjargingarfeløgini syrgdu fyri, at menninir beinanvegin fingu heita suppu og flutes, og síðan vóru fólk hjá bjargingarfeløgunum um teir alla tíðina, um okkurt skuldi verið áfatt.

- Undir slíkum umstøðum veitst tú jú ongantíð, hvør tørvur kann vera. Menn eru troyttir og keddir um tað, sum hent er, og tað kann enda við, at onkur fær brúk fyri hjálp av einum og hvørjum slagi.

Jón Klein Olsen sigur, at teir, sum løgregla við ábyrgd fyri samskipingini, hugdu inn á gólvið til menninar av og á gjøgnum kvøldið og náttina.

 

Góðan morgunmat

Í morgun fingu teir 25 fiskimenninir góðan morgunmat á Sjómansheiminum í Havn, og tá vórðu hinir níggju menninir, sum høvdu verið eftir umborð á skipinum, eisini tikinir av skipinum og førdir til lands.

- Soleiðis var øll manningin uttan skiparin á Olshanu savnaði til morgunmatarborð í morgun.

Jón sigur, at skiparin á russiska trolaranum var hin einasti, sum ikki var við á Sjómansheiminum í morgun.

- Neyðugt var at flyta hann við skjóttgangandi báti til lands og beint á Landssjúkrahúsið. Sum eg havi skilt, dregist hann við sukursjúku, og hugsandi er, at hann hevur verið móður og troyttur, og kanska hevur hann heldur ikki tikið heilivágin, nú so nógv stóð upp á spæl.

Varapolitiinspektørurin veit tó at siga, at skiparin nú hevur tað betri, men fyrrapartin var hann framvegis á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

- Eg má siga, at eg eri sera takksamur og ovfarin yvir alla ta vælvild og hjálpsemi, ið vit sum samskipandi leiðsla á landi møttu, nú brúk var fyri slíkari tilbúgving. Tað er eitt ómetaliga stórt og vælviljandi arbeiði, sum hesi fólk sjálvboðin gera, sigur Jón Klein Olsen.