Føroyar, Svøríki og Corfitz brøðurnir

Fríggjakvøldið í Keypmannahavn bjóðar fjølbroytta mentanarnátt, sum er siður hvørt ár. Ølstøvan hjá John O og Anniku Gøthe miðskeiðis á Strøgnum kallast The Irish Rover, har beinleiðis dystur millum Føroyar og Svøríki verður at síggja á stórskýggja. Eigarnir bjóða okkurt gott til føroyingar fyri hvørt føroyska málið.

 

Eisini verður livandi tónleikur við Heini Corfitz og Eirikur Andersen, sum framføra millum annað fólka- og countrytónleik bæði áðrenn og aftaná dystin. Tað er ókeypis at vitja The Irish Rover alt kvøldið og tónleikurin byrjar ein tíma undan dystin í annaðkvøld.

 

Harumframt er opið hús í Føroyahúsinum og í Christiansborg, har føroysku fólkatingsliminir bjóða til livandi tónleik frá Høgna Lisberg, Una Debes og kórinum Mpiri.

 

 

 

Kelda: FO Invasion