Føroyar sum handicap

Rumenia er somikið stórur favorittur í kvøld, at danska veddingarfyritøkan ikki loyvir vanligum spæli upp á dystin.

Hinvegin er spurningurin so, um tað eydnaðist Rumenia at vinna við fleiri enn tveimum málum.

Við handicap, sum í hesum føri er 2-0, fær føroyska landsliðið tann fyrimun, at vit á pappírinum eru á odda 2-0, áðrenn dysturin byrjar. Vinnur Rumenia við tveimum málum, gevur hetta altso ein kross á veddingarseðlinum.

Við handicap-útgangsstøðinum gevur eitt 1-tal pengarnar aftur 3,3 ferðir. Krossurin gevur odds 4,5, og útisigurin gevur tá 1,6.