Uttanríkisráðið hevur stuðlað Crude for Rural Deprived Children (CRUDEC) í Ghana við 136.000 kr., sum skal nýtast til at byggja ein skúla CRUDEC er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum varð settur á stovn í 2004.
Uttanríkisráðið sigur, at endamálið við verkætlanini er at veita útbúgvingarmøguleikar til børn við skerdum møguleikum í býnum Offinso í Ghana, har 35.000 fólk búgva. Familjurnar í økinum eru fátækar. Tær liva av jørðini og hava sjálvdan meiri enn til dagliga føði og tískil ikki ráð at lata børnini ganga í skúla. Við nýggja skúlanum fáa børnini betri umstøður at læra, og útlit verða fyri, at tey, ella nøkur av teimum, kunnu fáa víðari útbúgving.
Hetta merkir, at grundarlag er fyri sosialum framstigum hjá næmingunum, og sosialu framstigini kunnu seinni í lívinum føra við sær búskaparligan vøkstur hjá tí einstaka og/ella lokalsamfelagnum. Felagsskapurin hevur útvega sær grundstykki, og somuleiðis er hóskandi innbúgv fingið til vega, sum ætlanin er, skal nýtast í nýggja skúlanum. Skúlin skal hýsa 275 børnum í aldrinum 2-16 ár.
Tríggjar føroyskar kvinnur, Katrin Dam á Neystabø, Birita Wardum og Ásu Dam á Neystabø, hava starvast hjá CRUDEC sum sjálvbodnar í knappar 3 mánaðir ígjøgnum Mellemfolkeligt Samvirke.