Føroyar stuðla Samoa at endurreisa arbeiðspláss

Uttanríkisrráðið hevur latið 200.000 kr. sum hjálp at byggja uppaftur Samoa, ið var rakt av flóðaldu fyrr í ár. 170 fólk lótu lív og fleiri túsund mistu hús og heim, umframt grundarlagið at breyðføða seg og síni. Peningurin, sum Føroyar lata, fer til at byggja uppaftur arbeiðspláss, sum vóru skolað burtur ella oyðiløgd, tá flóðaldan rakti landið, og at byggja hús til teirra, sum mistu síni heim.

Hjálpin verður latin gjøgnum hjálparfelagsskapin South Pacific Business Development, SPBD, sum í høvuðsheitum virkar í Samoa. Felagsskapurin hevur havt tætt samstarv við stjórnina í landinum síðan 2004. Hjálparfelagsskapurin virkar á ymsum økjum, eitt nú innan skúla og heilsu og at endurreisa bústaðir og arbeiðspláss.

Samoa hevur verið undir týskum harradømi og undir Ný Sælandi, til landið í 1962 fekk fullveldi. Í Samoa búgva um 190.000 fólk. Samoa liggur í Stillahavinum.