Føroyar stevna móti Europapolitiskari kreppu

Ísland er á veg inn í Europasamveldið, og landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum ger onki fyri at fyrireika Føroyar til kreppustøðuna, har ein av okkara sterkastu kappingarneytum stendur innan fyri ES, og Føroyar standa uttanfyri. Passiviteturin kann um stutta tíð fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív

EFTA-sinnaði landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum spælir í hesum døgum eitt vandamikið spæl.

 

Hetta kom týðiliga til sjóndar í einum innslagi í Degi og Viku í gjár.

 

Tá sóu vit, hvussu lættliga og ábyrgdarleyst, hann fer um ES-spurningin, ið er ein hin mest átrokandi spurningurin í føroyskum politikki í dag.

 

Kann ikki takast fyri fult

Í innslagnum kom fram, at landsstýrismaðurin nú metir, at Føroyar eru komnar tættari einari avtalu við ES um tey fýra frælsini: frían flutning av vørum, tænastum, kapitali og arbeiðsmegi.

 

Orsøkin til niðurstøðuna hjá landsstýrismanninum er, at nú eru tríggjar vørur komnar afturat upp á listan yvir vørur, sum kunnu flytast tollfrítt inn á ES-marknaðin. Vørurnar eru turkaður og saltaður upsi, krabbi og kúvingur.

 

Ein og hvør man duga at síggja, at hvørki nøkur tons av krabba, kúvingi ella upsa – turkaður ella saltaður – flytir Føroyar nærri teimum fýra frælsunum í ES.

 

Sjónarmiðið er burturvið.

 

Sama kann sigast um útsøgnina, har landsstýrismaðurin fyri opnari mikrofon sigur, at Føroyar kunnu vænta sær "bara at fáa tað søta" burtur úr einari samráðing við ES um áðurnevndu fýra frælsini.

 

Illa ber til at taka landsstýrismannin fyri fult. At maðurin kemur við slíkum sjónarmiðum ber boð um, at hann neyvan er álvarsligu uppgávu sína vaksin.

 

Politiski veruleikin yvirhálar landsstýrismannin

Tað liggur langt frá mær at pástanda, at landsstýrismaðurin sigur ósatt um europapolitisku viðurskifti Føroya. Hinvegin bendir okkurt á, at Jørgen Niclasen villeiðir almenningin og uppfinnur tann veruleikan, hann hevur so harðliga brúk fyri.

 

Flestu munnu síggja, at Føroyar stevna beint móti einari Europapolitiskari kreppu.

 

Ísland er ein av okkara størstu kappingarneytum, og landið er á veg inn í ES.

 

Altjóða fíggjarkreppan herjar grannan fyri norðan, og við ES-limaskapi fær landið evruna sum gjaldoyra – men eisini atgongd til tey fýra frælsini, ið Jørgen Niclasen billar fólki inn, at hann nú er um at fáa fatur á.

 

Meiningakanningar millum íslendingar vísa, at ES-rákið er sterkt. Onkur kanning hevur enntá víst, at ikki minni enn 70 prosent av íslendingum vilja hava ES-limaskap.

 

Hóast landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum roynir at skava út yvir henda veruleika, broytir tað ikki íslendsku opiniónina.

 

Financial Times skrivaði í grein fyri knappliga 14 døgum síðani, at íslendska uttanríkisráðið longu hevur gjørt eitt útkast til, hvussu Ísland kann søkja um ES-limaskap tíðliga næsta ár.

 

Keldurnar hjá Financial Times munnu hava størri trúvirði enn Jørgen Niclasen.

 

Víðfevndar avleiðingar

Objektivu ábendingarnar vísa sostatt, at Ísland helst verður limur í ES innan stutta tíð.

 

Føroyska útflutningsvinnan, sum í dag er í trongstøðu, fær ein sera álvarsligan trupulleika, tá henda sannlíka støða gerst veruleiki. Tá sleppur Ísland inn um ES-garðin, meðan Føroyar standa uttanfyri.

 

Tá fáa íslendskar fyritøkur fría atgongd til at flyta allar vørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi millum ES og Ísland. Og íslendskar fyritøkur sleppa frítt at flyta fisk inn á ES-marknaðin.

 

Við øðrum orðum nærkast Føroyar einari støðu, har vit – ikki ikki bert innan fiskivinnu men allar vinnugreinar – missa kappingarførið móti Íslandi.

 

Hetta er Europapolitiska kreppan, vit stevna beint ímóti.

 

Landsstýrismaður ger onki

Tað vanlukkuliga er, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum onki ger fyri at fyrireika Føroyar til kreppustøðuna, sum kemur, tá Ísland er innanfyri, og Føroyar standa uttan fyri ES.

 

Jú forrestin.

 

Hann ger sær stóran ómak at gykla fyri føroyingum, at doyggjandi EFTA-felagsskapurin fer at loysa okkara trupulleikar. Og hann stríðist fyri at billa okkum øllum inn, at nú er hann nær við at fáa eina avtalu um tey fýra ES-frælsini.

 

Øll síggja, at neyðugt er við einum heilt øðrum og seriøsum arbeiði. Útflutningurin til ES fíggjar ein stóran part av vælferðini í Føroyum, og henda vælferð kemur í vanda, um íslendskar fyritøkur fáa kappingarfyrimunin á ES-marknaðinum. Tí mugu vit sum skjótast hava greiði á treytunum fyri, at Føroyar kunnu gerast partur av Europasamveldinum.

 

Tíðin rennur undan Jørgen og EFTA-hvørvisjónini.