Føroyar spældu framúr væl

– Hatta var eitt framúr gott avrik frá tykkara síðu, og eg haldi, at føroyska liðið spældi sera, sera væl segði Alessandro del Piero

Fótbóltur

 

Eftir at vera komin úr umklæðingarrúminum eftir dystin, og hava prátað við nógvu italsku fjølmiðlarnar, fingu vit hála Alessandro del Piero til síðis og spurdu vit hann, hvat hann helt um dystin.

– Tað var ein strævin dystur, men ein týdningarmikil sigur, svaraði del Piero stutt. Tá vit síðani spurdu hann, hvat hann helt um avrikið hjá føroyingum, gjørdist Alessandro del Piero meiri prátingarsamur.

– Hatta var eitt framúr gott avrik frá tykkara síðu. Vit vita, at føroyska liðið hevur tapt stórt áður, men eg haldi, at tit í kvøld spældu sera, sera væl, segði Alessandro del Piero, sum hevði hug at ávarað skotar, sum nú koma henda vegin.

– Hvør einasti dystur í Evropa er strævin eftirhondini, og Skotland má heilt víst spæla væl, fyri at fáa ein sigur mikudagin, vísti Alessandro del Piero á.

Alessandro del Piero leikar dagliga við Juventus úr býnum Torino. Hann hevur júst tryggjað sær sætið aftur í bestu italsku deildini, eftir at liðið var dømt at flyta niður í næstbestu deildina í fjør. Alessandro del Piero gjørdist eisini toppskjútti í Seriu B, og er tann aktivi spælarin, sum hevur skotið flest mál fyri Italia – 27 mál í 82 dystum.