Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, sigur við Sosialin í dag, at tað verður pláss fyri tveimum áleyparum millum teir fyrstu ellivu á Malta.
- Vit koma at spæla við tveimum áleyparum. Bæði Páll Klettksarð og Klæmint Olsen byrja inni. Nú fáa vit so at síggja um liðið klárar at spæla við fýra á miðvøllinum og tveimum áleyparum, sigur Lars Olsen úr Malta, har føroyska liðið fyrireikar seg til venjingardystin í góðum veðrið.
Tað eru um 25 hita stig, men tað hevur eisini regnað so nógv, at føroyska liðið hevur vant á graslíki, tí grasvøllurin hevur verið í so ringum standi. Í dag er vónin at sleppa at venja á leikvøllinum.
Teir ungu bjóða av
Fleiri avboð eru til dystin. Súni Olsen er givin og Fróði Benjaminsen er ikki við. Tveir teir elstu á liðnum eru Gunnar Nielsen og Jón Tór Næs, sum báðir eru 27 ára gamlir.
- Eg veit ikki um hetta er tað yngsta landsliðið nakrantíð, men talan er hvørtfall um eitt ungt landslið, sigur Lars Olsen.
Ungu spælararnir hava tikið av møguleikanum og víst seg til venjing.
- Fleiri av teimum ungu hava vant í Føroyum síðani kappingarárið endaði. Teir hava eisini verið raskir síðani vit komu til Malta og vísa, at teir vilja sleppa at spæla, sigur Lars Olsen víðari.
- Vónin er, at teir bjóða teimum eldru av, so teir eisini vita, at um teir ikki spæla upp til sítt besta, so eru menn klárir at taka yvir, sigur Lars Olsen.
Hugar ikki um FIFA styrkilistan
Venjingardysturin í morgin er ein FIFA skrásettur landsdystur. Tað merkir, at úrslitið hevur ávirkan á støðuna hjá føroyska landsliðnum á FIFA styrkilistanum, sum aftur hevur ávirkan á hvussu føroyska liðið verður styrkismett í lutakastinum til HM og EM undankappingar.
Lars Olsen ynskir tó ikki at hugsa so nógv um FIFA styrkilistan í hesum sambandi.
- Eg hugsi ikki um FIFA styrkilistan. Um eg haldi at ein spælara skal á vøllin, so verður tað ikki úrslitið, sum avgerð um eg velji at skifta hann inn ella ikki, sigur Lars Olsen og leggur afturat.
- Vit fara at royna nakað nýtt. Hetta er ein møguleiki at flyta eitt sindur runt og vita hvat riggar, men vit spæla fyri at vinna dystin, sigur Lars Olsen avgjørdur á málinum.
Umframt at pláss helst verður fyri fleiri nýggjum andlitum á vøllinum, so verður spæliskipanin eisini broytt til 4-4-2. Liðið hevur bara spælt 4-5-1/4-2-3-1 undir Lars Olsen. Kemur eitt sindur ann upp á hvussu tú setur liðið upp.
Hesir fimm byrja inni
Lars Olsen sigur at onkrar broytingar verða. Millum annað mangla fleiri spælarar í verjupartinum. Hetta ger, at Pól Jóhannus Justinussen verður í miðverjuni. Tað gevur so pláss á vengrunum til nýggjar mans.
- Christian R. Mouritsen og Daniel Udsen fáa so møguleikan á vengrunum, meðan Páll Klettskarð og Klæmint Olsen verða í álopinum, sigur Lars Olsen.
Klæmint Olsen úr NSÍ er toppskjútti í føroyskum fótbólti, meðan Páll Klettskarð, við einum máli færri, bleiv valdur til ársins áleypara í føroysku kappingini. Christian R. Mouritsen bleiv nummar tvey í kappingini um at blíva ársins spælari, so talan er um spælarar, ið hava gjørt um seg í føroyskum fótbólti í ár.
Venjingardysturin millum Malta og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.