Sera óvæntað hevur føroyska A-landsliðið í fótbólti fingið eina avbjóðing av teimum heilt stóru.
Enska landsliðið, sum skal fínpussa tey seinastu tingini, áðrenn teir møta Russlandi í tí fyrsta dystinum hjá Onglandi í EM-endaspælinum 11. juni møtir Portugal í einum venjingardysti 2. juni. Enski landsliðsvenjarin Roy Hodgson heldur ikki, at tað er nøktandi, at heili níggju dagar ganga frá dystinum ímóti Portugal til spælt verður ímóti Russlandi, og tí hevur hann strongt á, at enska landsliðið fær ein venjingardyst á Stade de l'Épopée leikvøllinum í Calais fimm dagar áðrenn EM-endaspælið í Fraklandi byrjar. Hepni luturin fall á Føroyar, og sleppa Atli Gregersen og allir hinir nú loksins at spæla ímóti sínum hetjum í Premier League.
Stade de l'Épopée leikvøllurin í Calais í norðara partinum av Fraklandi tekur bara 12.400 áskoðarar, men tað er eftir ynski frá Roy Hogdson, at dysturin verður spældur á einum minni vølli, tí Roy Hodgson vil hava minimalt av órógvi til tær seinastu fyrireikingarnar hjá enska landsliðnum.
So er at vóna, at føroysku spælararnir taka uppgávuna í álvara, og ikki bara lata seg hugtaka av at møta sínum stóru stjørnum, og kappast um at býta um troyggju aftaná lokna dystin, og taka "selfies" saman við kendu ensku landsliðsspælarunum.
Kringvarpið ætlar ikki at vísa dystin, men FSF vónar at kunna stroyma hann.