Føroyar spæla á Suchalasai Stadium

Nú er greitt, at landsdysturin millum Thailand og Føroyar hósdagin 21. februar, verður spældur á Suchalasai Stadium í Bangkok, skrivar heimasíðan hjá føroyska fótbóltssambandinum.

 

Ókeypis atgongd verður til dystin, tá Thailand og Føroyar møtast í venjingardysti á Supachalasai Stadium í Bangkok, hósdagin 21. februar

 

Dysturin verður spældur klokkan 12 føroyska tíð(19:00 lokala tíð). Supachalasai Stadium, sum er tjóðarleikvøllurin hjá Thailandi, liggur í Pathum Wan í Bangkok.

 

Leikvøllurin bleiv bygdur í 1935 og hevur pláss fyri umleið 20.000 áskoðarum.