Í dag endar U20 EM fyri smátjóðir í flogbólti, sum hevur verið í høllini á Hálsi um vikuskiftið.
Í stuttum kann sigast, at føroysku dreingirnir kunnu avgera alt sjálvir.
Ein 3-1 ella 3-0 sigur á Luksemborg gevur 1. plássið, og tí hevur Flogbóltssamband Føroya avgjørt at tað í dag verður ókeypis atgongd til dystirnar.
Klokkan 14.00 spæla Ísland og Skotland. Vinnur Ísland, so hevur Føroyar í øllum førum tryggja sær 2. plássið.
Skotland hevur í løtuni 2 stig, meðan Føroyar hevur 4 stig.
Fremst er Luxembourg við 6 stigum, meðan Ísland enn einki stig hevur fingið.
Føroyar og Luksemborg spæla klokkan 17.00. Trýst á pílin ovast í greinini fyri at síggja dystin.
Trýst her fyri at síggja dystin millum Ísland og Skotland, tá hann er byrjaður.