U 17 NM
Í hesi vikuni hvíla dreingirnir, sum í síðstu viku luttóku í NM kappingini fyri U 17 landslið seg. Í næstu viku fara flestu teirra í skúla aftur, og í frítíðini fara teir at spæla fótbólt og droyma um, at teir kanska kunnu gerast heiltíðar yrkisspælarar.
Í oktober frá 12. og til 19. skulu teir luttaka í EM undankapping, sum verður í Portugal.
At fótbóltsevnini hjá føroyskum dreingjum ikki eru verri enn tey eru hjá teimum aðra staðni, varð staðfest í síðstu viku, tá ið Føroyar luttóku í NM kappingini í Íslandi. Føroyar megnaðu 1-1 móti Svøríki og Finnlandi. 7-0 sekkurin móti Onglandi var áminning um, at einki kemur av sær sjálvum, men at tað skal stríðast fyri søkini. Tað gjørdu føroysku dreingirnir, og sunnudagin taptu teir tepurt 1-0 móti Noregi í uppgerðini um fimta plássið.
Írland vann í finaluni 2-0 á Onglandi. Danmark og Svøríki spældu 1-1 í stríðnum um triðja plássið. Danmark vann brotssparkskappingina 6-5. Í kappingini um at sleppa undan aftasta sessinum vann Ísland 4-2 á Finnlandi.
Tættar uppgerðir
Fríggjadagin ímóti Finnlandi løgdu gestirnir seg á odda í 23. minutti eftir hornaspark. Føroysku unglingarnir fullu ikki í fátt, teir funnu væl saman, høvdu fleiri góð álop, og í 32. minutti javnði Johan Ellingsgaard úr B36. Uppspælið var í vinstru, og tað var Filip Jacobsen, sum átti innleggið.
Í 2. hálvleiki spæli føroyska liðið væl, men tað eydnaðist ikki at fáa sigursmálið, sum kendist ikki at vera so langt burtur.
Tað var vetrarveður, tá ið Noreg og Føroyar spældu um fimta plássið. Føroyar høvdu 20 metrar um sekundið ímóti sær í 1. hálvleiki, og mótið var gott, tá ið tað í 1. hálvleiki eydnaðist at halda norðmonnunum frá at gera mál undan vindinum, tá ið málspørkini hjá føroyingunum ikki komu so langt út um brotsteigin.
Men tað vóru norðmenninir, sum fingu fyrsta og einasta málið í 68. minutti. Føroyska liðið royndi at leggja trýst á undan vindinum, men norðmenninir megnaðu at halda tætt.
Á samkomu sunnukvøldið býttu føroysku og eingilsku spælararnir um leikbúnar. Soleiðis hevur tað verið fleiri tey seinastu árini, og tað kann væl vera, at onkrir av eingilsku unglingunum fara at gerast heimsstjørnur, soleiðis sum fleiri fyrrverandi mótstøðumenn hjá Føroyum eitt nú Michael Owen eru vornir tað.
Fyrrverandi Liverpool málverjin og málverjin á eingilska landsliðnum, Ray Clemence, er framvegis málmansvenjari hjá Onglandi, soleiðis sum hann eisini var tað, tá ið kappingin fyri nøkrum árum síðani var í Føroyum.
Føroyar-Finnland 1-1 (1-1)
1-1: Johan Ellingsgaard 32.. Føroyar: Hans Jørgensen, KÍ - Rógvi Holm, AB, Torkil Kollsker, HB, Ari Samson, KÍ, Rúnar í Lon Jacobsen, B36 Eli Simonsen, KÍ (Álvur Christiansen, KÍ, 78.), Filip Jacobsen, NSÍ, Henning Joensen, liðformaður, VB (Heri Nesá, ÍF, 78.), Rógvi Poulsen, AB Johan Ellingsgaard, B36 Klæmint Tausen, NSÍ (Vincent Jacobsen, ÍF, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóan Pauli Jakonsen, B36, John Hammer, KÍ, Martin Tausen, VB, Rasmus Nielsen, B71.
Føroyar-Noreg 0-1 (0-0).
Føroyar: Hans Jørgensen, KÍ Rógvi Holm, AB, Torkil Kollsker, HB, Ari Samson, KÍ, Rúnar í Lon Jacobsen, B36 (Heri Nesá, ÍF, 46.) John Hammer, KÍ (Eli Simonsen, KÍ, 63.), Filip Jacobsen, NSÍ, Henning Joensen, liðformaður, VB, Rógvi Poulsen, AB Johan Ellingsgaard, B36 Klæmint Tausen, NSÍ (Vincent Jacobsen, ÍF, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóan Pauli Jacobsen, B36, Martin Tausen, VB, Rasmus Nielsen, B71, Álvur Christiansen, KÍ,.
Pætur Clementsen var venjari, Finn Johannesen hjálparvenjari, Andrass K. Thomassen liðleiðari, Fanny Kruse fysioterapeutur og Rúni Heinesen ferðaleiðari.