Amerikanska stjórnin hevur bjargað stóru realkredittstovnunum, Fannie Mae og Freddie Mac, og tað merkir europeisku fíggjarmarknaðirnar Sonevnda subprime kreppan tók seg upp í august 2007, og hon kulmineraði fyribils sunnudagin, tá amerkiakska stjórnin noyddist at yvirtaka stóru realkredittfeløgini, Fannie Mae og Freddie Mac.
Bústaðarkreppan ? ella subprime kreppan ? hevur seinasta góða árið kostað nógvum bankum, serliga europeiskum, milliarda upphæddir í tapi. Kreppan hevur ført til, at fíggjarmarknaðirnir eru vorðnir varnari, og tað er vorðið dýrari hjá bankum at lána pening ? eisini hjá føroyskum bankum.
Føroyski fíggjarmarknaðurin er ikki beinleiðis tengdur at gongdini á amerikanska marknaðinum, men verður kortini ávirkaður á tann hátt, at føroysku peningastovnarnir hava verri við at lána pengar á altjóða fíggjarmarknaðinum og til eina hægru rentu.
Hetta merkir so aftur, at tað verður dýrari hjá føroyska lántakaranum at taka lán, samstundis sum føroysku bankarnir eru varnari at veita lán.
Kortini verður føroyski fíggjarmarknaðurin ikki raktur so hart av subprime kreppuni sum amerikanski og europeiski marknaðurin, stutt sagt tí, at búskaparliga rákið í sambandi við fíggjarkreppuna er komið lutfalsliga seint til Føroya.
- Meðan fíggjarmarknaðirnir í Amerika slepti teymunum beint eftir 11. september 2001 og europeisku marknaðirnir fylgdu eftir í 2003-04, kom hetta rákið ikki til Føroya fyrr enn 2006-07. Tí verða sveiggini á føroyska marknaðinum ikki so ógvuslig, sigur Johnny í Grótinum, virkandi deildarleiðari hjá Føroya Banka í Danmark.