Umsóknin hjá Føroyingum um at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, verður ikki gingin á møti.
Tað staðfesta tey á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum.
Føroyingar hava søkt um fullgyldugan limaskap í Norðurlandaráðnum og í ráðharraráðnum hjá Norðurlandaráðnum, og vónirnar um at umsóknin varð gingin á møti, vóru stórar.
Men nú vónin brostin og tí formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur havt fund, og har taka tey ikki undir við, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Ráðnum
Tey siga, at spurningurin um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, er eitt mál, ið eigur at verða tikið upp ímillum Føroyar og Danmark.
Føroyingar fáa ikki fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, tí vit eru ikki sjálvstøðu tjóð.
Tað var Ruth Vang, sum umboðaði Føroyar, og heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum sigur, at hon er ónøgd við niðurstøðuna, tí hon sigur, at føroyingar uppfata seg sum eina tjóð, og eitt fólk, og ikki sum eitt sjálvstýrandi øki.
– Er hetta hugburðurin hjá Norðurlandaráðnum ímóti føroyingum, veit eg ikki, hvat vit yvirhøvur skulu vera í Norðurlandaráðnum til, endurgevur heimasíðuna hana fyri at siga.
Forsetin í Norðurlandaráðnum, danin, Henrik Dam Kristensen, sigur, at danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur boðað frá, at danska stjørnin tekur undir við at sjálvstýrandi økini fáa eina so sterka støðu í Norðurlandaráðnum, sum tað løgfrøðiliga og politiskt ber til - og so leingi tað er innanfyri karmarnar í donsku fíggjarlógini.
Og nú verður arbeitt víðari við tí málinum, skrivar heimasíðan.










