Føroyar skulu verja betur

- Vit hava staðið væl í verjupartinum, men vit hava ikki verið nóg avgjørdir. Tað skulu vit rætta í dystinum í morgin, sigur Atli Danielsen, sum fær nýggjan spælara undir liðini á sær í føroysku miðverjuni ímóti Litava

Seinastu tríggjar landsdystirnar eru 16 mál farin ígjøgnum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Í venjingardystinum taptu Føroyar 4-0, hóast liðið spældi ein sera góðan dyst stóran part av tíðini, og í teimum báðum EM-dystinum higartil í ár, hevur landsliðið tapt 12-0 tilsamans.
Í morgin vitjar Litava í Føroyum, og uppgávan hjá føroyska liðnum verður at tetta somikið fyri í verjupartinum, at talan kann gerast um ein javnan dyst.
- Vit skulu rætta tað, sum ikki hevur verið nóg gott. Vit hava staðið væl í verjupartinum, men vit hava ikki verið nóg avgjørdir. Tað skulu gera betur í dystinum í morgin, sigur Atli Danielsen, sum væntandi verður annar av miðverjunum í morgin.
- Tá ið Georgia og Skotlandi skoraðu nógv av sínum málum, vóru vit í yvirtali í brotsteignum, men alíkavæl sleppa teir fram at bóltinum at gera mál. Her mugu vit vera meira avgjørdir og dekka tættari í brotsteignum, sigur Atli Danielsen.
 
Eingin Óli at stýra
Føroyska landsliðið hevur í dystunum ímóti Georgia og Skotlandi havt trupulleikar í verjupartinum, tí tað hevur verið alt ov lætt at gera mál ímóti føroyska liðnum. Georgia skoraði seks ferðir, og Skotland somuleiðis seks ferðir, hóast málkjansirnir ikki vóru til stórt meira enn tað.
- Vit skulu verja betur, og tað snýr seg ikki bert um sjalva verjuna, men eisini um restina av liðnum. Vit mugu arbeiða betur saman og royna at halda nullið. Vit plaga altíð at fáa onkrar málkjansir, og tað fáa vit ivaleyst eisini ímóti Litava, sigur Atli Danielsen.
Seinastu dystirnar hevur hann spælt saman við Óla Johannesen í miðverjuni, men føroyski liðformaðurin verður ikki við í morgin ella mikudagin í næstu viku, tá ið Føroyar spæla í Fraklandi.
Óli Johannesen er leikbannaður til dystin ímóti Litava, og nú hevur hann eisini fingið ein skaða, so at hann ikki kann spæla ímóti Fraklandi.
- Vit koma at sakna Óla, tí hann hevur stýrt verjuni, og hann hevur nógvar royndir. Men nú kann hann ikki spæla hesar báðar dystirnar, og so verða vit noyddir at klára okkum uttan hann, sigur Atli Danielsen.
 
Góðir bóltspælarar
Føroyar hava fleiri ferðir verið snýttar av, at vónirnar til úrslitið ímóti londum sum Litava hava verið góðar. Tá ið Georgia vitjaði á Svangaskarði í august, vóru tað eisini nógv, sum roknaðu við einum góðum úrsliti, men tað spældi ikki heilt væl av.
Litava verður ikki rokna sum sterkasta landið í okkara bólki, men talan verður um sterka mótstøðu í morgin.
- Teir hava spælt javnt ímóti Italia á útivølli, og teir taptu tepurt fyri Skotlandi heima. Vit hava sæð dystin, tá Litava taptu 2-1 ímóti Skotlandi, og teir hava eitt gott lið. Teir eru tryggir á bóltinum, spæla væl og eru skjótir aftur í verjustøðu. Tí verður tað ein sera trupul dystur hjá okkum í morgin, sigur Atli Danielsen.