Føroyar skulu styrkja samstarvið við ES

Landsstýrismaðurin hevur ráðført seg við uttanlandsnevndina

Føroyar hava altíð havt eitt breitt samstarv við nógv av teimum evropisku londunum, serliga við tey, ið liggja rundanum okkum. Eisini hava vit samstarv við felags evropiska samveldið ES. Millum annað hava vit ein fiskiveiðisáttmála, sum kom í gildið longu í 1980 og hevur verið grundarlag undir einum árligum býti av fiskiveiðimøguleikum millum Føroyar og ES.

 

Nú ætlar Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, at styrkja tað samstarvið millum ES og Føroyar. Hann var í uttanlandsnevndini í gjár, har hann ráðførdi seg við nevndina um tilgongdina hjá landsstýrinum at styrkja samstarvið við Evropasamveldið.

 

Uttanlandsnevndin og tað, ið verður sagt í henni, er fevnd av tagnaðarskyldu og tískil er ikki nógv, ið ítøkiliga verður sagt um ráðførsluna og hvat landsstýrismaðurin fekk at vita frá nevndini.

 

Tó sigur Poul Michelsen somikið, at landsstýrið arbeiðir við tveimum økjum, ið tey vilja betra í mun til verandi samstarv við ES.

 

Eitt er, at Føroyar ynskja sær eina greiðari atgongd til ES viðvíkjandi samskiftinum við samveldið. Landsstýrið hevur eitt ynski um at fáa vitan um Føroyar savnaða á einum stað í ES, ið skal verða okkara fyrsta samband inn í samveldið og síðan kann mann fáa at vita har frá, hvussu farast skal fram innan tey mál, ið mann arbeiðir við. Tað kann verða innan alt frá mentan til gransking.

 

Í øðrum lagið ynskir mann eisini at tosa við ES um handilssamstarvið. ES hevur tollfría atgongd fyri flest allar vørur, meðan tað eru fleiri avmarkingar og undantøk fyri frían útflutning úr Føroyum til ES, serliga á fiskivinnu- og landbúnaðarøkinum.

 

- Tað eru tey bæði økini, ið vit ætla at tosa við ES um nú, sigur Poul Michelsen.