Nógv prát hevur verið um landsdystin, ið føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum skal spæla móti Danmark hin 27. oktober.
Men tríggjar dagar frammundan, hin 24. oktober, spælir landsliðið eisini móti Montenegro í býnum Podgorcia.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari, leggur eisini dent á at liðið hevur ein torføran dyst í Montenegro áðrenn dystin móti Danmark, og greiðir frá at tað er eitt sera sterkt landslið, ið Føroyar hitta hin 24. oktober.
Montenegro hevur, síðani landið varð sjálvstøðugt, verið eitt sindur undir teimum fremstu tjóðunum í hondbólti, men tekur seg nógv fram í løtuni. Millum annað vann Montenegro á Kroatia í summar.
Fleiri og fleiri leikarar gera um seg í stóru evropisku feløgunum, og eingin meira enn 25 ára gamli vinstri bakkurin, Vuko Borozan.
Vuko Borozan spælir við makedonska stórfelagnum RK Vardar Skopje, ið millum annað vann Champions League í 2017 og gjørdist nummar nummar fýra í vár.
Vuko Borozan er ein lyklaleikari á hesum liðið, eins og hann er stóra stjørnan á landsliðnum hjá Montenegro.
Trýst á pílin á myndini omanfyri, fyri at síggja eina røð av málum, ið Vuko Borozan skeyt í undanfarnu Champions League kapping, har lið hansara, RK Vardar, altso endaði á fjórða plássi.