Føroyar skulu spæla í Bulgaria

Í dag hevur UEFA í Barcelona drigið lut um, hvussu europeisku U19 landsliðini skulu bólkast í innleiðandi umførunum í nýggju EM kappingini, sum tað verður farið undir eftir summarfrítíðina.

Í hvørjum av teimum trettan bólkunum eru tað fýra tjóðir, og lutakastið bar við sær, at Føroyar skulu spæla í bólki 9.

Mótstøðan verður ivaleysa stór. Millum mótstøðuliðini eru Danmark og Turkaland, sum vóru flokkað millum tey stinnaru. Bulgaria telist eisini millum mótstøðuliðini. Bulgaria var saman við Føroyum í niðara styrkisbólkinum.

Undanumfarið í bólki 9 verður í Bulgaria 10. til 15. oktober. Tvey tey bestu liðini sleppa víðari í 2. undanumfar. Úr tí umfarinum fer bara vinnarin at kvalifisera seg til endaspælið, sum á sumri í 2008 verður í Kekkia.