Føroyar skulu ruddast í september (Rás2)

(Rás2 - Sjóðteim) Hoyr Elina Lindenskov og Sigruna Mohr fortelja um "Rudda Føroyar", ið verður 15. september

Nú skulu Føroyar á altjóða kortið tá talan er um at rudda upp í náttúruni.

 

15. september í ár verður tiltakið "Rudda Føroyar", har ætlanin er, at fólk skulu rudda upp í nærumhvørvinum hjá sær.

 

Millum tey sum hava fingið tiltakið á breddan eru Elin Lindenskov og Sigrun Mohr í Havn. Fyrrapartin vóru tær báðar gestir í sendingini "Sjóðteim" hjá Hilmari Jan Hansen og greiddu frá "Rudda Føroyar" átakinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við stigtakararnar til "Rudda Føroyar", ið verður kring alt landið 15. september í ár.