Føroyar skulu marknaðarførast sum ráðstevnuland

- Vit hava tað, sum skal til, fyri at vit kunnu marknaðarføra okkum sum ráðstevnuland. Tað sigur Súsanna E. Sørensen frá Visit Faroe Islands, sum sær fleiri fyrimunir við at fáa stórar bólkar til Føroya uttan fyri háárstíð.

Tað hevur stóran týdning, at størri, útlendskir bólkar koma til Føroya at hava ráðstevnur av ymiskum slag, tí tað er við til at skapa eina sterkari ferðavinnu og skapar inntøkur til landið.

- Royndirnar vísa, at vit duga væl at fyrireika túrar til stórar bólkar, sum vilja halda ráðstevnu í Føroyum, og tí er umráðandi, at vit leggja okkum eftir at marknaðarføra okkum sum ráðstevnuland, sigur Súsanna E. Sørensen, ið arbeiðir við marknaðarføring hjá Visit Faroe Islands. Hetta er ein deild undir Vinnumálaráðnum, hvørs endamál er at menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál í tøttum samstarvi við vinnuna.


Ráðstevnubólkar eru týdningarmiklir

Tað eru fleiri orsøkir til, at peningur og orka eiga at verða sett av til at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnuland:

- Fyrst og fremst er talan um ein ferðafólkabólk, ið ferðast uttan fyri háárstíð, og tað merkir, at gistingarhús, matstovur og onnur hava møguleika at taka sær av stórum bólkum hesa tíðina. Harafturat er hetta ein bólkur, ið leggur nógvar pengar eftir sær, sigur Súsanna E. Sørensen. Sambært henni so nýta ferðafólk av hesum slag nógvan pening upp á tinganest og gávur av ymsum slag:

- Hetta eru fólk, sum hava eitt høgt døgnforbrúk, tí fyritøkurnar, sum tey arbeiða hjá, seta stórar peningaupphæddir av til ráðstevnutúrar og gjalda fyri ferð og tær vanligu máltíðirnar. Tískil síggja vit ofta, at starvsfólkini nýta rættiliga fitt av egnum peningi upp á eitt nú tinganest, sigur Súsanna E. Sørensen.


Produktið er her

Sambært Súsonnu E. Sørensen so skulu vit duga betur at marknaðarføra okkum, tí Føroyar hava longu tað, sum ráðstevnubólkarnir krevja, tá teir fara túrar uttanlands:

- Eg vil siga, at produktið er her longu, tí vit hava neyðugu fasilitetirnar. Harafturat sóu vit so seint sum í farnu viku, at fyritøkurnar her heima megna at lyfta hesa uppgávuna, sigur Súsanna E. Sørensen og vísir á dømið við stóru fyritøkuni Deloitte, ið var á ráðstevnutúri í Føroyum í seinastu viku. Tær fyritøkurnar, ið velja at halda ráðstevnu í Føroyum, gera tað av ymiskum orsøkum, og Súsanna E. Sørensen heldur, at Føroyar kunnu bjóða upplivingar til øll sløg av ráðstevnubólkum. Summi vilja burtur frá skrivstovuni og gerandisdegnum og ynskja at sita í nýggjum umhvørvi og fundast. So eru tað eisini tær fyritøkurnar, sum vilja geva starvsfólkunum serligar upplivingar saman:

- Vit hava góð gistingarhús, matstovur og eitt stórt norðurlandahús, ið er serstakliga væl egnað til at halda ráðstevnu í. Til teir bólkarnar, sum ynskja serligar upplivingar til starvsfólkini, kunnu vit bjóða túrar úti í náttúruni, so sum síðing, kaving, gongutúrar og ymiskt annað, sigur Súsanna E. Sørensen.


Marknaðarføring er neyðug

Súsanna E. Sørensen heldur, at vit eiga at satsa meir upp á hetta slagið av ferðavinnubólkum, tí við rættari marknaðarføring kunnu ráðstevnubólkarnir hava stóra ávirkan á samfelagið:

- Høvdu vit havt slíkar túrar hvønn mánað uttan fyri háárstíð, hevði tað skapað fleiri arbeiðspláss innan tænastu- og flutningsvinnuna. Tað hevði eisini ført við sær, at tað komu fleiri tænastur, sum høvdu gagnað íbúgvunum í Føroyum, greiðir Súsanna E. Sørensen frá. Skulu Føroyar hava fleiri fyritøkur hendavegin, er neyðugt við miðvísari marknaðarføring, tí tað er stór kapping á ferðavinnumarknaðinum um ráðstevnubólkar:

- Tað tekur langa tíð at marknaðarføra ferðavinnumøguleikar í einum landi, tí tað eru nógv um boðið, so tað ræður um at gera vart við seg allatíðina. Men jú fleiri fyritøkur mann fær til landið, jú lættari fær mann nýggjar fyritøkur at koma hendavegin, sigur Súsanna E. Sørensen, sum heldur, at samstarv er lyklaorðið í samband við marknaðarføring:

- Eitt nú skulu Visit Faroe Islands og aktørarnir á føroyska marknaðinum framhaldandi leggja seg eftir at samstarva og luttaka á messum ymsastaðni. Hetta er neyðugt, tí útlendsku fyritøkurnar hava onga mynd av, hvat tað er, Føroyar kunnu bjóða sum ráðstevnuland, sigur Súsanna E. Sørensen, sum er bjartskygd um henda ferðavinnubólk:

- Tær afturmeldingarnar, sum vit hava fingið frá stórum bólkum, ið hava verið í Føroyum og hildið ráðstevnu, eru generelt ótrúliga góðar. Vit vita longu nú, at vit megna hesa uppgávuna, so tað ræður um, at vit vísa øðrum, hvat vit duga, sigur Súsanna E. Sørensen.