Føroyar sjálvsagt eisini partur av einum galnum heimi

Nakrir fáir spjæddir tankar um veruleikar, metingar og meiningar og hvat hevur tíðindavirði

Kenda, gløgga og nógv roynda listarkvinnan, sum eisini er høvundur, Joni Aerecksson Tada, gav út bók, sum fekk heitið í danskari umseting “Et stille sted i en gal verden”, her hugsar hon sjálvandi um bønarløtuna.

Nú eitt kvøldið bar smílandi danski tíðindamaðurin í DR 1, Kim Bildsøe, boðini um tvinnar ræðuligar vanlukkur í USA. Onnur var um ódnirnar Gustav, Honnu og Aik, sum fóru at gera nógv um seg, og hin um, at nú var Bristol, 17 ára gamla dóttir republikanska varaforsetavalevnið Sarah Palin við barn. Mamman var jú ímóti fríari fosturtøku, ímóti upplýsing um sexlívi o.s.fr. – o.s.fr.

Vitandi at vinstrivongurin hevur vart og av øllum alvi verjir fría fosturtøku, heldur seg vera einsmallan um at hugsa, at “kvinnan eigur egið likam”, so er tað ein ræðulig vanlukka, at republikanska gentan Bristol, nú er við barn ógift. Og at hetta er hent á høgravonginum í Amerika, ja, í USA.

 

Lættast at geva eftir

Tað hevði sterkt árin á meg nú eitt kvøldi eg hugdi at DR 1, har samrøða var við danskt par. Tey væntaðu sær barn, men høvdu screenað seg fram til, at fostrið hevði ein ov stuttan undirarm. Ikki bar til at fáa fosturtøku í Danmark, tí fostrið var 22 vikur, og soleiðis lívført. Fóru tí til Bretlands, har hon fekk fosturtøku.

Í oddgrein í sosialinum, har høvundurin skrivar um “kalda kríggið umaftur” sigur hann m.a. at: “Undir Clinton stjórnini eydnaðist hetta væl, (at halda friðarliga javnvág), tí USA og NATO dugdu sær hógv og ansaðu eftir ikki at eyðmýkja Rusland...”. Eitt Rusland, sum júst hevur brotið seg inn á Georgia.

John Aschcroft, fyrrverandi amerikanski løgmálaráðharrin, sum hevði útlendingamál um hendur, sigur í bók síni “Never again”, at tá teir tóku ungan mann áðrenn 9/11, og eftir avhoyringar fingu prógv fyri, at hesin skuldi vera 20. flogrænarin, men varð innsettur, gjørdu fjølmiðlarnir gjøldur burtur úr løgmálaráðharranum, áðrenn veruleikin kom fram, at “taka ein ungan fittan hampamann og gera hann til brotsmann”. Annars sigur Aschcroft eisini, at fram er komið síðani, at av teimum 19 flogrænarunum vóru 5 ólógliga í landinum, tí uppihaldsloyvið var útgingið.

Vinstrivongurin hevur altíð givið eftir. Tað gjørdi hann eisini í 1938, tá Wintston Churchill fór til demokratin Roosewelt og brotsmannin Stalin og segði teimum: “Taka vit ikki Adolf Hitler nú, henda mannin sum er rablandi svakur, endar hetta við einum ræðuleika”.

Hesir báðir bert flentu háandi at Churchill. – Úrlititð og søguna kenna vit!

 

Tørvandi gransking

Vinstrivongurin hevur eisini mótmælt at amerikumenn fóru inn í Irak, eftir at komið var fram m.a., at Saddam Hussein helst gjørdi av við 250.000 óskyldug børn.

Vit hava ongantíð sæð ta gransking, hvat hevði hent, um sammeindu Bretland, Danmark og USA ikki gjørdu álvara av at fara inn. Sjálvandi hava vit sæð nógvar syrgiligar lagnur. Spurningurin er bara, hvat hevði hent, um hesir sameindu bara lótu standa til.

Spennandi verður hjá teimum, sum í dag eru ung, at fara lesa søguna.

Hetta er ein pinkulítil brotpartur og sera spjæddir tankar, sum eigur at minna okkum á, at Føroyar eisini eru partur av einum galnum heimi.