Føroyar settar á heimskortið í Kina

Føroysku luttakararnir á Special Olympics World Summer Games hava veruliga gjørt vart við seg hesar seinastu dagarnar Kappingin er nú endað, og staðfestast kann at okkara fólk hevur fingið eitt sera gott úrslit:

Heimaftur við sær hava tey 5 gull, 3 silvur og 3 bronsumerki. Umframt hetta endaðu føroyingar fýra ferðir á 4. plássi, tvær ferðir á fimta og sætta plássi og eina ferð á 7. plássi.

- Íðkarar okkara hava eisini sett fleiri persónlig og føroysk met. Hetta eru tí nakrir leikir, sum vit fara at minnast leingi, verður sagt úr føroysku leguni í Kina.

Føroyingar luttóku í greinunum boccia, svimjing og í frælsum ítrótti.

Fólk í Kina hava verið væl kunnaði um leikirnar. Allastaðni har føroyska ferðalagið er komið, hava fólk beinanvegin vitað, at tey vóru við í hesum leikunum, har luttakarar úr øllum heiminum vóru við.

Nú liggja fleiri ymiskar kappingar fyri framman hjá føroyingum innan Special Olympics Føroyar. Farið verður nú undir at fyrireika seg til aðrar kappingar komandi ár.

- Men lítil ivi er um, at hetta er ikki seinastu ferð at føroyskir leikarar fara at seta dám á slíkar kappingar, verður sagt.