Cunningsburgh: Føroyar verða ikki tiknar í kvinnufótbólti á Oyggjaleikunum í Hetlandi
Tað er niðurstøðan eftir sigrarnar á Álandi og Bermuda seinastu dagarnar.
Føroyska liðið hevur fingið veruliga mótstøðu í hesum dystum, men í báðum førum hevði føroyska liðið munin og vann.
Tað er ikki av tilvild. Tað snýr seg um at hava rættan mentalitet og profilar, sum kunnu avgera dystirnar.
Og tað hevur føroyska liðið.
Hinvegin manglaði Bermuda hetta týskvøldið. Bermuda hevði nógvar góðar spælarar, tekniskt heilt væl fyri, og onkur av teimum skjótur. Men tá ið Bermuda fekk sínar kjansir at gera mál, vóru tær púra eiðasørar. Bæði í fyrra hálvleiki og serliga í seinna hálvleiki hevði Bermuda fleiri púra opnar kjansir, men mál fingu tær ikki.
Ein orsøk til tað var, at føroyski málverjin, Randi Wardum, stóð væl og bjargaði føroyska liðnum í meira enn einari støðu, og hin orsøkin var, at kvinnurnar av Bermuda vóru vánaligir avsluttarar.
Javnt í fyrra
Dysturin var rímiliga javnur. Føroyska liðið hevði yvirvág í spæli í fyrra hálvleiki, men Bermuda lá fram við, tá ið tær sendu langar bóltar fram á vøllin til tann skjóta álopsspælaran hjá teimum.
Føroyska verjan hevði hóast alt gott tak á henni, men í eina førinum noyddist málmaðurin út at takla uttan fyri brotsteigin.
Føroyar høvdu tveir góðar kjansir at gera mál í fyrra hálvleiki. Fyrst var Malena Josephsen í góðari støðu, men málmaðurin bjargaði, og seint í fyrra hálvleiki kom Sólvá Joensen at standa leys, men hon sparkaði upp um.
Bermuda hevði eitt fríspark, sum brast á tvørstongina og upp um.
Føroyar fingu málini
Í seinna hálvleiki hevði Bermuda leikliga yvirvág eina løtu, men tá ið tað stóð ringast til hjá føroyska liðnum, skoraði Rannvá Andreassen. Hon sendi eitt fríspark úr 25 metrum høgt móti málinum, og har fór bólturin um mállinjuna, tá ið málmaðurin hjá Bermuda ikki fekk tak á.
Løtu seinni økti Vivian Bjartalíð til 2-0, eftir at Rannvá hevði spælt hana leysa í vinstru. Flata skotið frá Vivian streyk í málið.
Og Rannvá setti sjálv punktum, tá ið hon varð spæld leys og sendi í málið umvegis stólpan.
Bermuda hevði fleiri stórar kjansir at gera mál í seinna hálvleiki, men einki kom burtur úr, og so kundi tað ikki enda við øðrum enn, at føroyska liðið vann tryggan sigur.
Spæli gjørdist betur í seinna hálvleiki
Leikliga gekk tað ikki serliga væl hjá Føroyum í fyrra hálvleiki. Spælararnir sparkaðu meira, enn teir spældu, og tað skapti einki. Í seinna hálvleiki gjørdist spælið frægari, og tvey av málunum komu eftir framúr góð uppspæl og stikningar í dýpdina.
Vongspælið hjá føroyska liðnum var eitt sindur avmarkað. Vivian Bjartalíð í vinstru kom rættiliga fyri seg í seinna hálvleiki og gjørdist ein hóttan, meðan Ása Dam á Neystabø og Sólvá Joensen í høgru manglaðu seinasta neyvleikan til at fáa nakað burtur úr teirra skjótleika og bóltførleika.
Á sentrala miðvøllinum tók Rannvá Augustinussen eitt ordans tak sum uppruddari, meðan Rannvá Andreassen var profilurin, sum gjørdi avgerandi munin fram eftir vøllinum. Hon skoraði tvey mál og legði upp til tað triðja.
Verjan fekk seg roynda í hesum dystinum, og tær stóðu seg væl, hóast tær lógu rættiliga frammarliga á vøllinum og harvið spældu við stórari risiko.
Samanumtikið ein uppiborin sigur, tá ið hugt varð eftir leikbýtinum, men skal tosast um opnar kjansir, so átti Bermuda at fingið minst trý mál&
Nú skal ein stór sensatión til, um føroyska kvinnuliðið í fótbólti ikki skal vinna triðja Oyggjaleikagullið á rað.