Føroyar rukku ikki finaluni

Hvørki Birita Adela Davidsen ella Mike Viderø sungu seg víðari í finaluumfari í heimsmeistarakappingini í karoke, sum er í Moskva. Hálvfinalan varð sungin í kvøld, men dómarin metti ikki, at føroysku avriki rukku til eitt finalupláss.

 

Kenneth Hovgaard Djurhuus, sum er umboðsmaður fyri føroysku luttakarnar, sigur í stuttari viðmerking, at tey eru vónbrotin.

 

- Vit skilja ikki avgerðina, men noyðast at góðtaka hana, sigur hann.

 

Finalan verður eisini í kvøld.