##med2##
Føroyar komu væl í gongd við smálandakappingina í kvinnuflogbólti í Luksemborg við einum 3-0 sigri á Írlandi. Føroysku kvinnurnar vunnu rættiliga trygt fyrsta sett 25-17 og annað sett 25-16, men Írland beit væl frá sær í triðja settið, ið endaði 25-22.
Klokkan 10 í morgin spæla Føroyar bólkafinalu móti Skotlandi. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Sirið Anthoniusen og Jannu Falkvard, ið settu orð á 3-0 sigurin Føroyar vunnu á Írlandi. Fyri tær báðar var tað ein stór uppliving at sleppa at spæla tann fyrsta landsdystin, og við sigrinum gjørdist tað enn betur.
##med3##