Ein av formonnunum í Kirkelig Forening for den Indre Missión í Danmark, Zewtan, hevur kanska havt missiónsboðini úr Lukasar evangelium í huga, tá ið hann segði tey vísu orðini: »Indre Mission er det første, Ydre Mission det største. Hann sá tað missionerandi arbeiði frá rætta sjónarvinklinum, sá tað soleiðis, sum jesus hevði sett útí kortið.
Yvir um ánna eftir vatni
Orðatakið »At fara yvir um ánna eftir vatni« var ofta havt á munni av langtandi skipsfelagum, tá ið vit sigldu við føroysku fiskiskipunum 10-15 samdøgur, 1.000-1.500 fjórðingar frá heimlandinum til Ný Foundlands, Kanada ella Grønlands køldu, stormbardu strendur, at fiska sama slag fisk sum tann, ið svimur millum okkara egnu oyggjar. Myndin skal ikki pressast, men tað sama ger seg óiva mangan galdandi í tí andaliga fiskiskapinum. Orðatakið skal minna á, at missiónsboðini kunnu misfatast, vendast á høvdið og uppfataði soleiðis, at tað er í Afrika, India ella onkustaðni langt, langt burturi, umsorganin og uppgávan liggur at sýna næstrakærleika, og at har eigur trúboðaravirksemi at byrja. Við myndum í sjónvarpinum eru journalistarnir óførir at lýsa fyriokkum at hetta er rætta raðfylgjan.
Men tá ið Jesus talar um missiónsarbeiði, sigur hann tað øvugta, at byrjast skal frá Jerúsalem, v.ø.o. at byrjast skal har, ein er staddur, í heimbygdini, í grannalagnum í heiminum ja, at byrjað verður við einum sjálvum. Síðani víðkast sjónarringurin nattúrliga.
Ein svii gav fyri nøkrum árum síðani út bók, har hann kagar í bakspeglið. Hanne er sonur hjún, hvørs nørvn eru send um allan heim. Og hava tey tikið ímóti heiðurslønum fyri teirra ídni, eitt nú innan »friðarrørslurnar«. Tey vóru sera væl umtókt uttanfyri landoddarnar. Í bókini kemur høvundurin inn á sítt heim og faðir og móður. Hvat sigur heisn sonurin so um virknu, populeru foreldur síni? Jú, hann skrivar um, at hann ongantíð hevur átt nakað heim, hevur aldri átt nakran pápa ella nakra mammu, tey høvdu ikki stundir at taka sær av honum og vera góð við hann. Teirra kærleiki lá nógvar, nógvar míl frá sær. Ein skelkandi søga frá einum sviknum abrni, ið ikki sær nakran logik og nakað samsvar millum virkni foreldranna úti og so heima.
Tað ber ikki til at skáka sær undan sín ábyrgd við populariteti.
Í tí kristiliga arbeiðinum tykist mangan vera so nógv lættari, at síggja neyðina langt burturi, at elska eitt nú muslimar, hindura rog menniskju, sum annars eru fjarskotin. Men hinvegin so ómetaliga torført at elska í sínum »Jerusalem«, at vera góður við sín granna, at liva í sátt og semju við hann. Eisini er tað so nógv lættari at elska menniskju í øllum øðrum samkomum, meðan tað er so øgiliga trupult at vera góður við sítt egna kirkjulið.
Missión er ikki nakað, ið avgjørt skal fremjast har ávís frástøða er. Í líknilsinum um hin miskunnsama sámariubúgvan, verður sagt um prestin og levittin, at teir góvu sær ikki fær um hitt maltrakteraða medmenniskja, sum lá í vegjagaranum á tí vegi, teir høvdu sína dagligu gongd. Ella tann ríki maðurin, hann sá ikki hin forpínda Lásarus, ið var honum so nær, at bara gáttin var vorðin eitt óført dýpi, har tað var ógjørligt at koma hvørjum øðrum við, tá ið tað var ov seint at rópa um nærmissión.
Vit hava nógvar Lasarusar rundanum okkum har vit dagliga ferðast. Missiónsmarkin liggur fyri durðum okkara. Hóast vit tímiliga hava góð kor, eru rundan um okkum grátandi og ráðaleys menniskju, sum eru nívd av ótta og einsemiskenslu. Ongum nýtist at vera arbeiðsleysur her. Ikki er neyðugt at seta bilin í gongd fyri at finna hesi, enn minni at seta seg í eitt flogfar.
Byrja har vit eru stødd
Halgabók hevur reglurnar hvussu byrjað verður at dríva missión. Frásøgnin í Jóhannesar evangelium 1. 35 ff. tá ið Jesus finnur sær lærusveinar, sigur greitt frá, hvussu missiónsarbeiði byrjar. Heilt einfalt verður sagt um Andrias, ið saman við einum øðrum lærusveini hevði hoyrt orð doyparans: Sí, Guðs lambið! Og hevði havt eitt møti við Jesus og fylgdi honum eftir, at hann finnur fyrst bróður sín Símun og sigur við hann: Vit hava funnið Messias! Tað var náttúrliga reaktiónin uppá tað, sum Andrias hevði uppliva.
Líka síðani syndin kom inn í heimin, hevur hon skilt menniskjuni frá hvørjum øðrum. Fyrsti spurningur á mannaættarinnar morgni ljóðar: Hvar er Áben, bróður tín? Tað er syndin, ið skilir. Vit liva støðugt í einum heimi, her vit koma longri og longri burtur frá síðumanninum, og hvar vit hava trupl.ari go truplari at finna hvønn annan. Ein særdur heimur við hatri tjóðanna millum, við sundurpettaðum átrúnaðarligum samkomum, við upploystum heimum sindraðum barnasálum. Har hjún, hóast tey sita í somu stovu, eru kilometrar frá hvørjum øðrum. Onkur hevur rópt hetta »hin lítli deyðin«, sum tíðum kann kennast svárari enn hin stóri.
Loysnin til hesa miklu vanlukku er avgjørt tann,a t tað verður byrjað frá rætta endanum, at finna hvønn annan aftur, at vit fyrst finna okkara síðumann. Hetta hevði verið til størstu signing fyri øll. Vegurin er einfaldur og framferðarhátturin greiður: Andriast hevur fyrst sjálvur funnið. hann fann Kristus og harvið meiningina við lívinum. Ein, sum skal missionera, má byrja við sær sjálvum. Tað er ivaleyst størsti trupulleikin, at tey, sum bjóða seg fram, ongantíð hava møtt sær sjálvum. Tá ið Andrias hevði sæð guds lambið, varð hann við tað sama sjálvur settur í gongd. Fyrst finnur hann bróðir sín. Her byrjaði tann ketureaktión, sum kann bera heiminum vón, sum eina kann føra til ta fatan, vit spyrja og leingjast eftir. Í hansara egna heimi byrjaði tað, í familjuni byrjaði tað. Áðrenn farið verður undir at realisera teir stóru ynskidreymarnar, at gera verðina betri, at gera samveldir og sameina allar átrúnaðir, átti at verið bytrjað har Andrias byrjaði. Tað næsta stigið vil tá vera heilt náttúrligt ? bróðir tín, granni tín, næsti tín, vinur tín, fíggindi tín. Andrias finndur fyst bróður sín Símun, næsta dagin finnur Jesus Filippus, og Filippus finnur Natanael. Á so einfaldan og nattúrligan hátt fór fyrsta evangeliseringin fram. Soleiðis byrjaði tað áðrenn talarastólar, pallar og hallir vóru uppfunnar. Soleiðis arbeiddi Jesus sjálvur og soleiðis arbeiddu lærusveinar hansara. Vit hoyra her um 4 menniskju, ið innan eitt samdøgur, hvørt fyri seg, vera funnin og vunnin. Hugsa sær, um her var borið at sum í okkara tíð, við teimum veldigu tiltøkum, við tí risatóli, sum verður sett í gongd, men sum oftast kann samanberast við sápu í springvatni, er løtuvinningur, og ongar varandi fylgir hevur fyri nakran.
Tørvandi nærvera
Tað verður prædika yvir høvdinum á mennsikjum, sum í veruleikanum treingja til persónligt samband. Vit fara longsta veg fyri at finna menniskju, ístaðin fyri at fara Bíbliunnar einfalda veg ? beinleiðis til menniskja. Sum Kristus gjørdi. Betri og vakrari dømi um hetta finst ikki, enn samtalan, Jesus hevði við konuna úr Sámariu. Tað er ein meistarlig lýsing av Jesusi í arbeiði. Eitt einastandandi dømi um sálarrøkt og sálarvinning. Hugsa sær, um Jesus var lopin upp á kantin á brunninum og var farin at moralisera fyri hesi konuni, sum vit meta hevði uppibiroið eina dyggiliga fleingju fyri tann ljóta atburð hon hevði sýnt, um hann var farin at dundra niður yvir høvdið á henni við øllum teimum mongu orðunum og keipunum, sum dominera og hava yvirræðið á boðanini í dag. Hvat hevði tá fingist burtur úr?
Nei, Jesus setti seg niður hjá henni, og fór at tosa við hana ? hana, sum óiva eingin annar vildi tosa við. Neyvan hevði hann nakað forlorið tannpastasmíl uppi á. Hann var ektaður. Hann setti seg í samband við menniskja í menniskjanum. Ongantíð skeyt hann málið inn fyri alt hetta, sum nýmótans fundarteknikkur peikar á. Hann visti, at djúpt inni í hesum menniskja, var ein tørvur, ein endaligur longsul, sum hungraði eftir sambandi við ein, sum dugdi at skilja hana, og sum kundi gera seg samlíki hennara. Jesus gav sær stundir at lurta meðan hon segði frá. Hann arbeiddi aldri undir trýsti og við skundi við prædikum og menniskjum. Við tí avslappaðu atferð, ið eyðkendi hann og, sum hann møtti henni við, var bygd grund undir at samtalan fekk so stýran týdning. Lívsins veruleiki var ikki goymdur burtur, ella doyvdur av heimsins bakgrundsdundran. Alt lív hennara kom fram í ljósið, og tey bæði komu at skilja hvørt annað, eins og sálarlæknin lurtar seg fram til tað, ið nývir sjúklingin. Hon skilti, at hesin tók seg í álvara og bagatelliseraði einki. Hann fær alt at vita um hana, og hon fær alt at vit um hann: Man hetta ikki vera Kristus? Og so fekk hetta fylgir, fyrst fyri bygdarfólk hennara, seinni fyri allan heim.
Nútíðar menniskju eru deyðatroytt av tí øgiligu propagandu, av teimum hørðu reklamurópunum ? verðsligum sum religiøsum, ið tey verða bumbarderaði við samdøgrið runt, av tí øgiliga skundi, medmenniskja hevur fyri at vinna, fyri at røkka, fyri at náa, ja, fyri at náa?? Menniskjan sær at hon er svikin ? svikin av tí mest lovandi boðskapinum. Nútíðar menniskju leingjast eftir samband við medmenniskja, tí teimum tørvar samband. Tað er uppskriftin til nýmótans missión og evangelisatión sum tað var á døgum Krists. Jesus kom til eitt pinkulítið land á heimskortinum. Hann startaði ikki á øgiligum víddum. Arbeiðsøkið hansara var landavegirnir í Palæstina. Hann hevði einki samkomuhús ella talarastól, ongar sekreterar og hjálparsekreterar, ongar skrivarar og samskiftishjálparmenn, onga skrivstovutíð ella viðtalutíð, hann hevði ikki tíð til sovorði. hann var á vakt alt samdøgrið; hann var komin at leita eftir menniskjum sum einstaklingar, leita upp hitt farna og gloymda og at bjarga tí.
Hetta hevur verið uppgávan við tí missionerandi arbeiðinum heilt frá teimum døgum. Líka síðan tá, hevur hesin boðskapur ljóða frá bróður til bróður, frá vini til vin. Símun kom, Filippus kom, Natanael kom ? allur ápostlaskarin kom, menn og kvinnur í túsund tali komu, heilar tjóðir komu. Og soleiðis virkar ein missionerandi enn í dag, fyrst í sínum nærumhvørvi, síðani víðkast sjónarringurin.
Sagt verður um Tummas, ein av ápostlunum, sum byrjaði í Jerusalem, og seinni saman við Bartalimeusi legði leiðina eystur eftir, at hann endaði heilt í India. Á egnum beinum hevur hann gingið yvir hetta velduga kontinentið. Og enn í dag sigst vera ein lítil kirkja í suðurindia, sum ber heiðursnavnið Tummaskristin. Hevur nakar uppfylt orðatakið, at brúka ápostlarnar, má tað vera Tummas. Men hann byrjaði frá rætta endanum. Og tað er av størsta týdningi. Eingin verður trúboðari av at fara yvir øll fjøll, um hann ikki fyrst dugdi tað heima. Hevur ein ikki fyrst vant dúliga á heimavølli, man vera lítil dugur í einum á útivølli.










