Føroyar helt stand ímóti Pakistan í einum sera spennandi dysti seinnapartin, tá 2. umfar varð telvað. Harvið hava Føroyar fingið eina heilt óhoyrt góða byrjan uppá OL í Dresden 2008. At liggja omaná í tveimum teim fyrstu umførunum er ikki hent áður. Tveir sigrar. Og nú tað eru dystarstig sum telja, hava vit fult stigatal (4) ! Hetta inniber í veruleikanum eitt deilt 1. pláss eftir 2. umfør. Og tá situr sterkasti trumfur okkara, IM Helgi Dam Ziska í flogfari ávegis Dresden, til reiðar at sessast á 1. borði í 3. umfarinum, sum telvað verður í morgin.
Heini Olsen telvdi enn ein sera greiðan og sannførandi sigur til høldar á 1. borði. Einfalt og instruktivt. IM John Rødgaard yvirmetti helst støðuna og kom at standa við býtismuni minni, sum Pakistanin til fulnar megnaði at gera sær dælt á.
Joan Hendrik Andreasen vann sítt fyrsta (hálva) stig í OL-høpi, tá hann við sera tryggari telving fekk javnt á 4. borði. Hjartaliga tillukku Joan Hendrik !
Stóra hetjan gjørdist tó Martin Poulsen, sum av álvara vísti stórform í móti treiska Rehman á 3. borði.Telvað varð í 5 tímar, innan pakistanin mátti ásanna, at hann hevði møtt sínum yvirmanni í talvhegni, tá um endaspæl umræður. Fløvandi ?fight? av Martini, sum enntá loyvdi sær at taka rók upp ístaðin fyri Frúgv. Men tá var sigurin als ikki í vanda, skrivar Jógvan Joensen á heimasíðuni hjá Talvsamband Føroya.










