Føroyar og Ísland víðka samstarv

Í gjár høvdu løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen og íslendski uttanríkisráðharrin, Øssur Skarpheðinsson, fund í Hoyvíksráðnum, sum er politiska samstarvsforumið undir Hoyvíkssáttmálanum.

- Hetta var ein góður fundur. Vit eru samdir um, at Hoyvíkssáttmálin er ein góður karmur fyri øktum samhandli og einum meira skipaðum samstarvi millum londini, eisini innan mentanar- og heilsuøkið. Men tað eru eisini viðurskifti, sum eiga at betrast. Eitt nú avmarkingarnar í føroyska fiskiskapinum eftir lodnu, og við útflutninginum av landbúnaðarvørum á íslendska marknaðinum.

Tað sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, eftir fundin.

- Avmarkingarnar í føroyska lodnufiskiskapinum og útflutningurin av landbúnaðarvørum vóru á skránni fyri fundin. Uttanríkisráðharrin segði seg vilja arbeiða fyri eini loysn, ið letur upp fyri, at føroyskar landbúnaðarvørur fáa atgongd til íslendska marknaðin.

Løgmaður sigur, at enn eru tó ikki útlit til, at Ísland er sinnað at avtaka avmarkingar fyri føroysk skip at virka og landa lodnu til matna.

- Málið verður tó ikki slept frá føroyskari síðu, men verður ttikið uppaftur av føroysku og íslendsku fiskimálaráðharrunum undir árligu fiskivinnusamráðingunum landanna millum, ið væntandi verða í næstum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Føroyar og Ísland hava gjørt eina avtalu um at styrkja samstarvi millum báðar uttanríkistænasturnar. Sum liður í hesum samstarvi legði uttanríkisráðharrin upp til, at føroysk embætisfólk fáa høvi at fylgja við samráðingunum hjá Íslandi við ES um limaskap, eitt nú tá fiskivinnuøkið verður viðgjørt.

Í gjár hitti løgmaður eisini forsætisráðharra Íslands, Jóhonnu Sigurðardóttir, og løgmaður nýtti høvi at takka fyri fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin læt sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør.

Vitjað var eisini á høvuðssætinum hjá fyritøkuni Össur í Reykjavík. Fyritøkan mennir og framleiðir protesur og hjálpitól og hevur virksemi kring allan heim.

Løgmaður vitjaði eisini í konsert-og ráðstevnuhúsinum, Hørpuni har hann fekk rundsýning.